
Virki í Føroyum kunnu fáa danskt skrásetingartal
2022-08-08 12:44
Løgmansskrivstovan hevur biðið Digitaliseringsstyrelsen í Danmark um at gera eitt uppskot um lógarbroyting ella fyrisitingarligar skipanir, so fyritøkur og virki í Føroyum kunnu fáa danskt CVR-tal.
Les meira á kvf.fo

GameJam Føroya verður 9.-11. september 2022
2022-08-01 12:44
Árliga tiltakið hjá føroysku spælvinnuni, GameJam, verður í hølunum hjá Klintra vikuskiftið 9. til 11. september 2022. Aldursmarkið er 18 ár og freistin at tekna seg er 1. september.
Les meira á youtube.com

Arbeiða við at menna nýggja vedrid.fo heimasíðu
2022-07-14 21:51
Í fleiri mánaðir hevur ikki verið gjørligt at fingið eina veðurforsøgn á heimasíðuni Vedrid.fo, men nú sigur Vørn, at arbeitt verður við eini nýggjari heimasíðu og app. Sambært samskifti, Vágaportalurin hevur fingið, so er orsøkin, at yr.no fyrr í ár hevur sløkt fyri eini tænastu, sum vedrid.fo plagdi at brúka.
Les meira á vp.fo

Samleikin brúktur 2 mió. ferðir
2022-07-12 11:17
Íalt 40.000 fólk hava skrásett sær Samleikan og hava harvið atgongd til mongu og fjølbroyttu tænasturnar, ið gera brúk av Samleikanum.
Les meira á talgildu.fo

Stovnur fingið kravboð um at tilnevna annað dátuverndarfólk
2022-07-08 18:42
Dátueftirlitið hevur givið einum stovni kravboð um at tilnevna annað dátuverndarfólk. Stovnurin hevði tilnevnt stjóran sum dátuverndarfólk.
Les meira á vp.fo