a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
BLARK'urin tøkur hjá almenninginum
BLARK'urin tøkur hjá almenninginum
2022-07-01
Í dag, 1. juli 2022, hevur verkætlanarbólkurin Ravnur latið úr hondum BLARK 1.0, sum kann brúkast til at gera ein føroyskan talukennara umframt til ymsa aðra máltøkni.
Les meira á maltokni.fo
KT-mennari til FarPay
KT-mennari til FarPay
2022-06-29
FarPay sóknast eftir KT-mennara, sum í tøttum samstarvi við starvsfeløgum verður við til at menna og viðlíkahalda FarPay loysnina. FarPay selur eina standard tænastu og ikki menningartímar. Hetta merkir at tú sleppur undan at skráseta tímar. Tú hevur eina viðkomandi KT-útbúgving og royndir sum backend mennari í C# og MSSQL. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við frontend menning við t.d. JavaScript (Angular, Knockout, Vue, AJAX, jQuery), HTML og CSS. Umframt at tú hevur grundleggjandi skil fyri bókhaldi og innlit í hvussu gjaldsskipanir virka. FarPay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.
Les meira á als.fo
Fyrsta masturin fingið 5G útgerð
Fyrsta masturin fingið 5G útgerð
2022-06-28
Í gjár, mánadagin 27. juni, fór stóra og landsumfatandi arbeiðið at byggja nýtt farnet við 5G av bakkastokki. Masturin yviri við Strond í Havn varð tann fyrsta at fáa nýggju útgerðina. Í august 2021 varð hol sett á arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja 5G omaná. Talan er um stórarbeiði, sum Ericsson og Føroya Tele gera í felag. Komandi mánaðirnar verður nýggj útgerð sett upp á 187 ymiskum støðum runt landið, og harumframt verða 34 nýggjar mastrar settar upp. Arbeiðið fer at órógva fartelefondekningin í einum ella fleiri økjum í senn, men tá ið arbeiðið er liðugt, eru fleiri enn 382 sendistøðir til reiðar at geva føroyingum nýtt farnet við 5G. Eftir ætlan tendrar 5G fyri øllum í senn um ársskiftið. Mynd: Føroya Tele.
Les meira á ft.fo
Intra fingið útlendskan íleggjara
Intra fingið útlendskan íleggjara
2022-06-26
Intra er farið á danska marknaðin við intranet-skipanini og hevur m.a. fingið lívtøknifyritøkuna Pentabase sum kunda. Stjórin og høvuðseigarin í Pentabase, Ulf Bech Christensen, var so glaður fyri skipanina, at hann nú hevur valt at seta pening í Intra, soleiðis at hann nú eigur 20% av felagnum. Ulf er somuleiðis valdur til nevndarformann í felagnum.
Les meira á vp.fo
Arbeiðið hjá Føroya Tele at leggja um til 5G gongur væl
Arbeiðið hjá Føroya Tele at leggja um til 5G gongur væl
2022-06-24
Mánadagin verða fyrstu mastrarnar hjá Huawei tiknar niður, og útgerð hjá Ericsson verður sett upp í staðin.
Les meira á kvf.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74