a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Runavíkar kommuna á Vangan
Runavíkar kommuna á Vangan
2022-06-24
Í gjár gjørdist Runavíkar kommuna tænastuveitari á Vanganum og við hesum kunnu borgarar senda kommununi umsóknir umvegis Vangan. Um hesa byltingartíð sigur borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen: ”Menniskjan loysti úr lagdi tøkni og talgilding, sum í stóran mun hjálptu okkum til rationaliseringar, vøkstur og størri vælferð. Soleingi vit stjórna hesum fyribrigdum – og ikki øvut – fara vit at síggja fleiri lop hin rætta vegin. Tað var ongantíð nakar ivi um, at Runavíkar kommuna skuldi gerast partur av Talgildu Føroyum, og síggja vit við spenningi fram til tann dagin, táið vit aka við fullari ferð á hesi nýggju breytini”
Les meira á runavik.fo
Í dag verður Sunda kommuna partur av Vanganum
Í dag verður Sunda kommuna partur av Vanganum
2022-06-23
Borgarar í Sunda kommunu fáa nú atgongd til fleiri talgildar tænastur í Vanganum. Í tíðindaskrivi sigur kommunan, at hetta er eitt stórt framstig fyri borgaran, sum fer at viðføra at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og skjótari. Mynd: Sunda kommuna.
Les meira á sunda.fo
Einki yvirlit yvir talgildan harðskap móti kvinnum
Einki yvirlit yvir talgildan harðskap móti kvinnum
2022-06-22
Eftir søgurnar í mai mánaði um talgildan harðskap móti kvinnum, spurdi Sjúrður Skaale danska løgmálaráðharran um útbreiðsluna av slíkum málum, og um hvørji amboð løgreglan hevur til at arbeiða við teimum. Í tíðindaskrivi sigur Sjúrður Skaale, at svarið frá løgmálaráðnum vísir, at ábøtur eru neyðugar.
Les meira á dimma.fo
Sjóvinnustýrið er nú partur av Vanganum
Sjóvinnustýrið er nú partur av Vanganum
2022-06-22
Sjóvinnustýrið er nýggjasti stovnur at leggjast aftrat Vanganum og kann bjóða viðskiftafólkum sínum at avgreiða síni viðurskifti talgilt. Hevur tú sjóvinnubræv ella førleikaprógv frá Sjóvinnustýrinum, fert tú at kunna síggja tey á Vanganum, og nær tey ganga út, eins og tú fert at kunna endurnýggja tey beinleiðis. Bátaeigarar fáa yvirlit yvir sínar bátar, og møguleiki verður bæði at skráseta nýggjar bátar og gera eigaraskifti á Vanganum. Eisini fert tú at kunna rinda rokningar fyri bátar.
Les meira á talgildu.fo
Evstamark at tekna seg til algoritmuráðstevnu er í morgin
Evstamark at tekna seg til algoritmuráðstevnu er í morgin
2022-06-21
Frá 27. til 29. juni verður átjanda altjóða viðurkenda ráðstevnan "Scandinavian Symposium and Workshops on Algorithm Theory" um algoritmuástøði á Fróðskaparsetri Føroya í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Evstamark at tekna seg til er 22. juni 2022 klokkan 12 føroyska tíð.
Les meira á setur.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74