a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Huawei dugir nú føroyskt
Huawei dugir nú føroyskt
2022-05-31
Sambært einum uppslagi frá Mariusi J. á Geilini í "Føroysk rættstaving" bólkinum á Facebook ber nú til at týða til og úr føroyskum við translate appini í Huawei telefonum.
Les meira á facebook.com
Kunning fyri eldri í Vágum um teldur, samleikan og heimabankan
Kunning fyri eldri í Vágum um teldur, samleikan og heimabankan
2022-05-27
Vága Pensjónistafelag fer mánakvøldið 30. mai kl. 19 at skipa fyri kunning á Skúlanum á Giljanesi um teldur, talgildar tænastur og sosialar miðlar. Fyrst verður stutt greitt frá um teldur og teldunýtslu, og síðan koma fólk frá bankunum og Samleikanum at greiða frá, hvussu heimabankin og Samleikin virka. Tey sum ikki longu hava Samleikan, kunnu verða skráseta til hann, um tey hava pass ella koyrikort við sær.
Les meira á vp.fo
Væleydnað royndarkoyring av fyrsta Dragon Class sjóvarfalsorkuverkinum
Væleydnað royndarkoyring av fyrsta Dragon Class sjóvarfalsorkuverkinum
2022-05-27
Fyrsta vikan við royndarkoyring av nýggja Minesto Dragon Class 4 orkuverkinum í Vestmannasundi er nú farin aftur um bak. SEV sigur á heimasíðuni, at royndarkoyringin, sum eisini umfataði elframleiðslu og sannroynslu av kjarnufunktionalitetum, var væleydnað. Í tíðindaskrivinum er eisini video av sjósetingini.
Les meira á sev.fo
Spekt søkir KT-grannskoðara
Spekt søkir KT-grannskoðara
2022-05-27
Dagliga arbeiðið verður saman við KT-grannskoðaranum hjá Spekt, og uppgávurnar fevna um greiningar og metingar av KT-trygdarviðurskiftum hjá viðskiftafyritøkum og veiting av ráðgeving innan KT og KT-trygd. Samstundis sum arbeitt verður, verður byrjað uppá hægri lesnað innan KT-verkfrøði á Setrinum. Lesnaðurin og arbeiðið verða lagað hvørt eftir øðrum, soleiðis at viðkomandi fær bachelor-prógv eftir fýra ella fimm árum. Freistin at søkja er 7. juni 2022.
Les meira á spekt.fo
Sjúrður tekur talgildan harðskap móti kvinnum upp á fólkatingi
Sjúrður tekur talgildan harðskap móti kvinnum upp á fólkatingi
2022-05-27
Sjúrður Skaale vil vita, hvussu hagtølini síggja út í Føroyum, og hvørji amboð løgreglan hevur til at kanna slík mál. Sjúrður Skaale sigur, at hann sjálvandi gongur út frá, at føroyskir politikarar fara at taka hetta upp, men at hann setur fyrispurningin á fólkatingi, tí løgreglan er danskt málsøki.
Les meira á portal.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74