a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Virðið á talgildum gjaldoyrum fellur
Virðið á talgildum gjaldoyrum fellur
2022-05-16
Hans Blaasvær, undirvísari í KT á Fróðskaparsetrinum og stjóri í KT-húsinum, ávarar um at talgild gjaldoyru eru nógv ávirkað av marknaðarførslu og tí skulu fólk vera varin, um tey umhugsa at keypa ella selja beint nú.
Les meira á kvf.fo
Leggja 24 mál afturat Google Translate
Leggja 24 mál afturat Google Translate
2022-05-12
Google kunnger at tey nú leggja 24 mál afturat Google Translate, soleiðis at samlaða talið kemur uppá 133 mál. Tey siga samstundis, at hetta ber til, tí tøknin hevur ment seg, og neyðugt eru ikki longur við stórum nøgdum av umsettum teksti fyri at leggja mál afturat. 800.000 fólk tosa Mizo, sum er minsta málið, sum kemur við í hesum umfarinum.
Les meira á techcrunch.com
Alzheimerfelagið umsett appina Demensur
Alzheimerfelagið umsett appina Demensur
2022-05-11
Appin Demensur, sum er ætlað teimum, ið arbeiða við umsorgan, stuðli og røkt av menniskjum við demenssjúkum, er nú tøk til Android og iOS. Talan er um eina umseting av eini danskari app frá Videnscenter for demens.
Les meira á vp.fo
Nemlia fær enn ein samstarvsfelaga í Danmark
Nemlia fær enn ein samstarvsfelaga í Danmark
2022-05-11
Í tíðindaskrivi sigur Nemlia, at avtala er gjørd við felagið Sense Solutions, sum frameftir fer at hava ábyrgdina av at installera Nemlia skipanina í Danmark, og fer harumframt at taka sær av at viðlíkahalda skipanina og veita kundunum neyðuga hjálp. Sense Solutions er partur av Cibicom-samtakinum.
Les meira á nemlia.com
Veðurstovan søkir eftir KT-mennara
Veðurstovan søkir eftir KT-mennara
2022-05-11
Veðurstovan er nýliga byrjað og ætla at menna tænastur út frá mátingum, hagtølum og forsagnar-modellum av ymiskum slag. Høvuðsuppgávurnar hjá KT-mennaranum vera millum annað menning av nýggjum teldutøkum tænastum og ein databasi við føroyskum mátingum og modelúrslitum, dátusamskifti og heimasíða. Freistin at søkja er 30. mai 2022.
Les meira á als.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74