a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Suni E. Justinussen og Robert Andreasen greiða frá menningartilgongdini hjá JT Electric og Petur Larsen
Suni E. Justinussen og Robert Andreasen greiða frá menningartilgongdini hjá JT Electric og Petur Larsen
2022-05-09
Ocean Cluster Faroes skipar fyri tiltaki um veitaravinnuna hjá fiski- og alivinnuni mikudagin 11. mai kl 14 í Sjókovanum í Leirvík. Á tiltakinum fer Suni E. Justinussen, stjóri, at greiða frá JT Electric og vørunum, tey hava ment, og Robert Andreasen, menningarleiðari, fer at greiða frá arbeiðnum og framtíðarætlanum við nýggju menningardeildini hjá Petur Larsen.
Les meira á sjokovin.fo
Nýtt útboð: Veiting av fartelefonsamskifti til landsfyrisitingina
Nýtt útboð: Veiting av fartelefonsamskifti til landsfyrisitingina
2022-05-09
Løgmansskrivstovan og hini 6 stjórnarráðini, umframt onkur smærri stovnur, hava um 175 fartelefonhald, og tey biðja nú um tilboð uppá veiting av fartelefonsamskifti næstu tvey árini. Freistin at lata tilboð inn er 18. mai 2022.
Les meira á keypsportal.fo
Nevndin í Nemlia hitti yvirborgarstjóran í Heidelberg
Nevndin í Nemlia hitti yvirborgarstjóran í Heidelberg
2022-05-05
Nemlia hevur avgjørt, at týska høvuðssætið verður í Heidelberg, og í síðstu viku hevði nevndin ein fund um talgilding við yvirborgarstjóran Prof. Dr. Eckart Würzner.
Les meira á linkedin.com
Dátugreinari til TAKS
Dátugreinari til TAKS
2022-05-05
Tey á TAKS eru í ferð við at skipa eitt nýtt starv sum dátugreinari at gagnnýta dáturnar hjá teimum - eitt nú til at skapa miðvísari og betri eftirlit og til at fáa viðkomandi leiðslurapporteringar. Uppgávurnar eru millum annað innsavning, góðskutrygging, framleiðsla, greining og miðlan av dátum. Tey vænta, at tú dugir at nýta amboð sum SQL, Power PI, Python, R ella líknandi. Freistin at søkja er 31. mai 2022.
Les meira á als.fo
ES ákærir Apple fyri at avmarka atgongdina hjá kappingarneytum til gjaldstøkni
ES ákærir Apple fyri at avmarka atgongdina hjá kappingarneytum til gjaldstøkni
2022-05-03
Í tíðindaskrivi boðar Margrethe Vestager, sum hevur ábyrgd av kappingarpolitikki í ES-ráðnum, frá, at teirra fyribils kanningar vísa, at Apple hevur forðað øðrum veitarum at nýta (NFC) tøkni til at menna gjaldsloysnir til Apple tól, og at hetta er í stríð við galdandi kappingarreglur. Ógreitt er, hvat hendir víðari í málinum.
Les meira á ec.europa.eu
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74