a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Bjóða fyrilestrar at minka um skíggjanýtslu
Bjóða fyrilestrar at minka um skíggjanýtslu
2022-05-02
Nýggju skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum mæla for­eldrum frá at lata børn, yngri enn trý ár, brúka skíggja yvirhøvur. Sum børnini eldast, kann man hóvliga økja um skíggjatíðina. Tað er av al­stórum týdningi, at vaks­in sita hjá børnum, með­an tey brúka skíggja og sam­­skifta um innihaldið á skíggjanum. Fólkaheilsuráðið vil feg­in hjálpa til við at tálma skíggja­nýtsluna, og tí bjóða tey arbeiðsplássum, á­hug­a­fel­ags­skap­um, skúlum og stovn­um fyrilestrar um skíggja­ráðini, eins og tey koma við hugskotum til, hvussu man, í felag, kann tálma skíggjanýtsluni.
Les meira á in.fo
Arbeiðir tú hjá Airbnb, so kanst tú búgva og arbeiða allastaðni
Arbeiðir tú hjá Airbnb, so kanst tú búgva og arbeiða allastaðni
2022-04-29
Í opnari fráboðan sigur stjórin í Airbnb, at øll teirra starvsfólk nú sjálvi kunnu velja, um tey arbeiða heimanifrá ella á skrivstovuni. Tey kunnu eisini flyta hvar tey vilja (í sama landi) og tey kunnu ferðast og arbeiða runt um í heiminum (upp til 90 dagar um árið). 15.000 arbeiða hjá Airbnb, sum er fyrsta stóra tøknifyritøkan, ið gevur starvsfólkunum so fríar teymar.
Les meira á techcrunch.com
Alt fleiri sjálvstýrandi kavbátar
Alt fleiri sjálvstýrandi kavbátar
2022-04-29
Morning Brew skrivar í longri grein um tríggjar verkætlanir við sjálvstýrandi kavbátum til ávikavist at halda eyga við havsúgdjórum, at gera kort yvir havbotnin og at halda eyga við veðurlagsbroytingum.
Fleiri enn 10.000 ritað inn við Samleikanum í 1 dag
Fleiri enn 10.000 ritað inn við Samleikanum í 1 dag
2022-04-29
Talgildu Føroyar skriva á Facebook-vanganum, at fyri fyrstu ferð hava yvir 10.000 fólk ritað inn við Samleikanum sama dag. Tey halda, at orsøkin allarhelst er, at frítíðarlønin er útgoldin.
Les meira á facebook.com
Fishfacts og Aquafacts á fiskivinnumessu í Barcelona
Fishfacts og Aquafacts á fiskivinnumessu í Barcelona
2022-04-27
Saman við stórum parti av føroysku fiskivinnuni eru fólkini handan Fishfacts og Aquafacts í Barcelona hesa vikuna, har árliga Seafood Expo er. Høvi er at síggja nýggju hentleikarnar í skipanini, m.a. Analytics, Catch & Quotas og CRM.
Les meira á fishfacts.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74