a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Kendir framtaksgrunnar gera íløgu í skotskan fiskahandilspall
Kendir framtaksgrunnar gera íløgu í skotskan fiskahandilspall
2022-04-26
Skotska felagið Rooser, sum hevur ment ein talgildan pall til handil við fiski, kunngera nú, at tey hava fingið 160 mió kr í nýggjum eginpeningi. Á odda fyri íløguni stendur kenda framtaksfelagið Index Ventures, og hinir íleggjararnir eru GV (Google Ventures), Point Nine Capital og stjórarnir í Figma og Sennder. Higartil eru 50.000 fiskahandlar gjøgnumførdir á Rooser, flestu veitararnir eru í Íslandi og flestu kundarnir í Fraklandi.
Les meira á techcrunch.com
JT electric byggir tveir nýggjar fóðurflakar fyri Luna
JT electric byggir tveir nýggjar fóðurflakar fyri Luna
2022-04-26
Føroyska fyritøkan JT electric byggir tveir nýggjar fóðurflakar til alifyritøkuna Luna. Flakarnir skulu taka 700 tons av fóðri hvør, og framkomna tøknin umborð verður framleidd av starvsfólkunum á Kambsdali. Talan er um ein nýggjan kapitul hjá JT electric, ið ætlar sær at taka kappingina upp við altjóða fyritøkur, sum byggja nýggjar flakar til alifyritøkur kring heimin. Mynd: JT Electric.
Les meira á in.fo
Twitter góðtikið tilboðið frá Elon Musk
Twitter góðtikið tilboðið frá Elon Musk
2022-04-25
Nevndin í Twitter hevur nú góðkent tilboðið frá Elon Musk, sum merkir, at hann fer at keypa felagið fyri gott 300 milliardir krónur. Handilin er treytaður av at alt tað formliga fæst uppá pláss.
Les meira á techcrunch.com
UX starvsfólk til Formula
UX starvsfólk til Formula
2022-04-24
Formula leitar eftir UX starvsfólki at greina og sniðgeva loysnir, sum tey menna til teirra kundar. Viðkomandi skal helst hava royndir við amboðum, ið verða nýtt innan greining og sniðgeving, eitt nú Adobe XD, Figma ella líknandi. Vitan innanfyri HTML/CSS og XAML er ein fyrimunur, men er tó ikki eitt krav. Freistin at søkja er 26. apríl 2022.
Les meira á als.fo
Lærlingur innan KT-support hjá Formula
Lærlingur innan KT-support hjá Formula
2022-04-24
Eitt lærupláss innan KT-support er tøkt at søkja hjá Formula. Uppgávurnar fevna um m.a. íverksetan og rakstur av teldum, servarum og neti hjá almennum og privatum fyritøkum. Útbúgvingin tekur 2½ ár, har ein partur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Sønderborg í Danmark. Freistin at søkja er 16. mai 2022.
Les meira á als.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74