a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Supportari til KT-skipanirnar hjá Nema
Supportari til KT-skipanirnar hjá Nema
2022-04-24
Nema sóknast eftir einum KT-supportara at veita tænastur innan Nema-skipanirnar, m.a. Lundan, Vátta, Løn, Tíð, Starv og Journal. Tænasta verður vanliga veitt við telefon, Teamviewer og á staðnum úti hjá kundum. Talan er um fulltíðarstarv, og starvsstaðurin er í Klaksvík. Freistin at søkja starvið er 16. mai 2022.
Les meira á als.fo
Rennihjólini tikin innaftur
Rennihjólini tikin innaftur
2022-04-24
Eftir at løgreglan boðaði frá, at øll, sum brúka el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn, fara at fáa 1.000 kr í bót, valdi stjórin at taka tey av gøtuni aftur. Hesu ferð vóru tey úti í 16 tímar.
Les meira á kvf.fo
Stjórin fór frá stutt eftir frágreiðing um bíleggingarskipanina
Stjórin fór frá stutt eftir frágreiðing um bíleggingarskipanina
2022-04-22
Fáar dagar áðrenn stjórin á Strandferðsluni fór úr starvi kom ein frágreiðing frá Gjaldstovuni um nógv umrøddu bíleggingarskipanina. Tó at fráfarandi stjórin noktar fyri tí, rør Kringvarpið uppundir, at hetta mundi vera orsøkin til fráfaringaravtaluna. Fíggjarmálaráðið vil ikki lata alment innlit í frágreiðingina enn.
Les meira á kvf.fo
Nemlia fer nú inn á danska marknaðin
Nemlia fer nú inn á danska marknaðin
2022-04-22
Í tíðindaskrivi boðar danska IoT-felagið Sense Solutions frá, at tey hava gjørt avtalu við Nemlia um at samansjóða skipanir og vera rakstrarveitari á danska marknaðinum. Nemlia mennir ritbúnaðin, sum verður brúktur á eldraheimum og hevur til endamáls at lætta um gerandisdagin hjá røktarstarvsfólki, soleiðis at tey røkka longri, trívast betri og veita eina betri tænastu til borgaran.
Les meira á mynewsdesk.com
Virðið á Netflix minkaði 35% í gjár
Virðið á Netflix minkaði 35% í gjár
2022-04-21
Í seinasta ársfjórðingi lækkaði talið av Netflix-høldum fyri fyrstu ferð í 10 ár, og tað førdi við sær enn eina stóra lækking í marknaðarvirðinum. Ein stórur trupulleiki siga tey vera, at fólk býta loyniorð millum sín. Higartil í ár er virðið á stroymingartænastuni lækkað gott 62%.
Les meira á cnbc.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74