a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Ávara um fysking í Føroyum
Ávara um fysking í Føroyum
2022-04-20
Eftir øllum at døma er eitt størri álop í gongd og Formula heitir á Facebook-vanganum á fólk um at vera eyka varin um t-postar, sum tey móttaka. Serliga eru tað t-postar, sum hava okkurt viðheft ella vísa til eina leinkju fyri at lata eina rokning ella líknandi upp.
Les meira á facebook.com
Hopp-hjólini aftur tøk
Hopp-hjólini aftur tøk
2022-04-20
Nú ber aftur til at brúka el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn. Løgreglan legði annars hald á tey í fjør, men Eystari landsrættur ógildaði fyrr í ár avgerðina. Til ber at Hoppa inni í appini hjá felagnum og - at síggja til - ber til at fáa tveir ókeypis túrar, áðrenn gjaldast skal. Sambært hopp.bike/locations er prísurin 6 kr í byrjunargjaldi og síðani 2 kr um minuttin.
Les meira á dimma.fo
KT-tøkningur til Framskák
KT-tøkningur til Framskák
2022-04-19
Tøkningurin, sum tey leita eftir, skal, umframt umsiting og menning av KT-skipanum og support, stuðla sølutoyminum við tekniskari skjalfesting og aðrari tekniskari serfrøði. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur royndir við Office 365, netumsiting/uppsetan og forriting (HTML, CSS, Javascript og Python). Framskák veitir kunningarskíggjar og fundartøkni. Freistin at søkja er 30. apríl 2022.
Les meira á framskak.fo
Lærupláss innan KT-support hjá Formula tøkt
Lærupláss innan KT-support hjá Formula tøkt
2022-04-17
Uppgávurnar fevna um m.a. íverksetan og rakstur av teldum, servarum og neti hjá almennum og privatum fyritøkum. Lærlingaútbúgvingin tekur 2½ ár, har ein partur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Sønderborg í Danmark. Freistin at søkja er 16. mai 2022.
Les meira á als.fo
Fjøruti prosent av orkuni frá sjóvarfalsorku
Fjøruti prosent av orkuni frá sjóvarfalsorku
2022-04-17
Útbyggingarætlanin hjá svensku fyritøkuni Minesto, sum hevur miðsavnað alt virksemi í 2022 í Føroyum, sigur, at sjóvarfalsorka kann útvega Føroyum 40 prosent av elorkuni. Økini, sum Minesto hevur peikað á, eru Hestfjørður, Leirvíksfjørður, Skopunarfjørður og Svínoyarfjørður.
Les meira á kvf.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74