a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Nema leitar eftir tveimum serligum KT-ráðgevum
Nema leitar eftir tveimum serligum KT-ráðgevum
2022-04-13
Undir yvirskriftini "Gandakallar, KT kallar" lýsir Nema eftir tveimum nýggjum starvsfeløgum, ið tey vænta hava royndir sum KT-ráðgevar, KT-supportarar, tøkningar ella netumsitarar. Freistin at søkja er 29. apríl 2022.
Les meira á als.fo
DuckDuckGo fæst nú sum Mac app
DuckDuckGo fæst nú sum Mac app
2022-04-13
Felagið aftanfyri leitimaskinuna, sum ikki eltir teg, hevur nú gjørt ein kaga til Mac-teldur. DuckDuckGo appin hevur verið tøk á fartelefonum eina tíð og hevur innbygda lýsingablokering, loyniorðsgoymslu og alt tað, tú væntar av einum nýmótans og skjótum internet-browsara. Atgongd fæst við at taka fartelefonappina niður, fara inn í stillingar og biðja um at koma á bíðilistan til beta-útgávuna.
Les meira á techcrunch.com
Brúka 14 mia kr at skapa barnavinarligt metaverse
Brúka 14 mia kr at skapa barnavinarligt metaverse
2022-04-12
Sony og Lego hava sett smáar 7 mia kr í part í Epic Games, ið soleiðis verður mett at vera 220 mia kr vert. Epic er kent fyri spælið Fortnite, og peningurin frá íleggjarunum skal brúkast til at menna ein tykisligan heim, ið er hóskandi fyri børn.
Les meira á techcrunch.com
Lunnar leita eftir sniðgeva
Lunnar leita eftir sniðgeva
2022-04-12
Starvið inniber millum annað at gera user flows, wireframing, prototypur og sniðgeving av teimum loysnunum, sum Lunnar í Saltangará menna. Tey vænta, at tú hevur royndir við onkrum av hesum skipanum: Figma, XD, Photoshop, InDesign ella Illustrator. Eingin umsóknarfreist er, men samrøður verða hildnar leypandi, til tey hava funnið ta røttu ella tann rætta.
Les meira á lunnar.fo
Starv sum KT-leiðari á Glasi tøkt
Starv sum KT-leiðari á Glasi tøkt
2022-04-09
Hevur tú hug at royna teg sum KT-leiðari á Føroya størsta lærustovni, so er møguleikin nú. Talan er um farloyvisstarv í eitt ár frá 1. juni 2022. Freistin at søkja er 24. apríl 2022.
Les meira á glasir.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74