a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Nordic Smart City Network fund í Havn
Nordic Smart City Network fund í Havn
2022-04-08
Ein ráðstevna var hesa vikuna í Havn í samstarvinum The Nordic Smart City Network, ið virkar fyri at menna skipanir til tøkniliga framkomnar býir. Á heimasíðuni nscn.eu sæst, at 19 býir í 6 londum eru við.
Les meira á torshavn.fo
Flístrot er ein álvarslig hóttan sambært hvítu húsunum
Flístrot er ein álvarslig hóttan sambært hvítu húsunum
2022-04-07
Amerikanska stjórin kunnaði í gjár tinglimir um álvarsligu støðuna viðvíkjandi troti á telduflísum. Metingin hjá teimum er, at trotið minkaði bruttotjóðarúrtøkuna í 2021 við 1%. Fundurin var partur av eini roynd at sannføra kongressina um at góðtaka ein stuðulspakka uppá 350 milliardir krónur at økja um flísframleiðsluna í USA og soleiðis gerast minni heft av Kina.
Les meira á reuters.com
Staðarnøvn løgd inn á kortið hjá Vágs kommunu
Staðarnøvn løgd inn á kortið hjá Vágs kommunu
2022-04-06
Staðarnøvnini síggjast sum reyð punkt við gulari rond, tá staðarnavnalagið er tendrað á talgilda kortinum hjá Vágs kommunu. Hevur tú viðmerkingar ella eitt ískoyti til staðarnøvnini, ber til at senda ein teldupost til leivur@vagur.fo. Næsta stigið er at leggja inn søgurnar, ið eru knýttar at staðarnøvnunum.
Les meira á vagur.fo
Leggja fipur í Streymnesi
Leggja fipur í Streymnesi
2022-04-06
Verkætlanin at leggja fipur í øll hús í landinum er nú komin til Streymnesar, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Les meira á portal.fo
Nýggj útgáva av spælmotorinum Unreal Engine
Nýggj útgáva av spælmotorinum Unreal Engine
2022-04-06
Umsíðir kunngjørdi Epic Games í gjár, at Unreal 5 er tøkt hjá spælmennarum at brúka. Størsti batin við nýggju útgávuni av amboðnum at gera telduspøl, filmar og aðrar visualiseringar er betri grafikkur. Epic Games hevur longu brúkt Unreal 5 til menning av nýggjastu útgávuni av teirra egna spæli, Fortnite. Fyri at vísa nýggju hentleikarnar hava tey gjørt sýnisroyndina The Matrix Awakens grundað á kendu Matrix filmsrøðina, og mennarar kunnu eisini brúka landslagið í The Matrix Awakens at gera egin spøl. Mynd: Epic Games.
Les meira á theverge.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74