a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Sáttmálar gjørdir um at menna nýggja kt-skipan til undirvísingarverkið
Sáttmálar gjørdir um at menna nýggja kt-skipan til undirvísingarverkið
2022-04-04
Undirvísingarstýrið er farið undir at menna eina nýggja kt-skipan, ið er felags fyri alt undirvísingarverkið. Í februar mánaði vóru tvey stór útboð og tríggjar fyritøkur hava vunnið útboðini. Sáttmáli er gjørdur fram til 31. desember 2023. Aðrar fyritøkur hava víst á, at tær ynskja at luttaka seinni í menningini.
Les meira á skulin.fo
Elon Musk keypt gott 9% av Twitter
Elon Musk keypt gott 9% av Twitter
2022-04-04
Kendi íverksetin og stjórin í Tesla og SpaceX hevur keypt 9,2% av partabrøvunum í Twitter. Keypsprísurin er gott 20 mia. kr og við hesum er Elon Musk størsti einstaki partaeigarin í sosiala miðlinum.
Les meira á cnbc.com
Skeiðsdepilin bjóðar skeið í maskinlæring
Skeiðsdepilin bjóðar skeið í maskinlæring
2022-04-04
Málbólkurin er programmørar, dátugreinarar, og tey, sum hava áhuga í at læra, hvat maskinlæring er, og hvussu man kan brúka tað í verki. Skeiðið er 16 tímar og undirvísari er Jákup Wenningstedt Hansen.
Les meira á sd.fo
Føroyingar fáa talgilt koyrikort
Føroyingar fáa talgilt koyrikort
2022-04-03
Um eitt lítið ár verður tað væntandi møguligt hjá føroyingum at fáa sær talgilt koyrikort og talgilt borgarakort, men tey vera ikki partur av Vanganum. Kringvarpið hevur tosað við Nicolai Mohr Balle frá Talgildu Føroyum.
Les meira á kvf.fo
Ein av fremstu veitarunum av tøkni til alivinnuna hevur høvuðsstøð á Kambsdali
Ein av fremstu veitarunum av tøkni til alivinnuna hevur høvuðsstøð á Kambsdali
2022-04-02
Í langari samrøðu við VikuskiftisSosialin greiðir stjórin, Suni Justinussen, frá gongdini hjá JT electric at gerast fremsti veitari av tøkni til alivinnuna. Felagið hevur veruliga fingið vind í seglini og sjónligastu avrikini eru fóðurflakarnir, sum innihalda fóðurskipanir, stýringar, sensorar og forrit, soleiðis at alarin í fjarstøðu bæði sær fiskin niðri í ringunum, sær ringin oman á vatnskorpuni og kann regulera fóðurnøgdir, eins og tað eisini ber til at avlesa bæði ilt og hita í sjónum.
Les meira á in.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74