a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Nema ætlar at bjóða 5G samstundis ella áðrenn Føroya Tele
Nema ætlar at bjóða 5G samstundis ella áðrenn Føroya Tele
2022-04-02
Gudny Langgaard, stjóri í Nema, sigur við Kringvarpið, at Nema ikki hevur tikið støðu til, hvør veitari skal byggja 5G-netið, men at Nema framvegis ætlar at bjóða sínum kundum 5G samstundis ella fyrr enn Føroya Tele ger tað. Tað vil siga um ársskiftið 2022-23.
Les meira á kvf.fo
5G frá Føroya Tele um ársskiftið
5G frá Føroya Tele um ársskiftið
2022-04-02
Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, sigur, at arbeiðið at leggja um til 5G hevur gingið bæði skjótt og væl. Gongst sum ætlað, verður netið frá Ericsson klárt um ársskiftið.
Les meira á kvf.fo
Jack Dongarra vunnið Turing virðislønina
Jack Dongarra vunnið Turing virðislønina
2022-04-01
Hann hevur arbeitt við superteldum til granskingarumhvøvið seinastu 50 árini og nú hevur Jack Dongarra á lærda háskúlanum í Tennessee fingið Turing virðislønina, sum verður roknað sum Nobel-virðislønin fyri teld. Í samrøðu við Protocol sigur hann, at tíðin er komin til at avgera, um vísindalig umhvørvi skulu samstarva meira við stóru skýggjateldsveitararnar Amazon, Google og Microsoft heldur enn at gera sínar egnu superteldur til vísindaliga nýtslu. Við virðislønini fær Jack Dongarra 6,7 mió kr.
Les meira á protocol.com
Formula vann útboðið eftir UX/UI-sniðgeva
Formula vann útboðið eftir UX/UI-sniðgeva
2022-04-01
Undirvísingarstýrið er í gongd við at menna eina nýggja lestrarfyrisitingarskipan (LFS) til føroyska undirvísingarverkið. Í hesum sambandi varð lýst eftir kt-ráðgeva at røkja uppgávuna sum UX/UI-sniðgevi. Nú er kunngjørt, at Formula vann hetta útboðið. Tilboðsprísurin var 1,6 mió kr.
Les meira á keypsportal.fo
Eingin serskild alnets-løgregludeild í Føroyum nú
Eingin serskild alnets-løgregludeild í Føroyum nú
2022-03-31
Løgreglan í Danmark byrjar eina nýggja løgregludeild í morgin, ið skal taka sær av brotsverkum á alnetinum burturav. – Ein tílík deild verður ikki sett á stovn í Føroyum, tí vit hava longu fólk til at taka sær av hesum, sigur fútin.
Les meira á dimma.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74