a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Formula, Prisma og Minteo vunnu útboðið
Formula, Prisma og Minteo vunnu útboðið
2022-03-31
Undirvísingarstýrið hevur júst kunngjørt, hvør vann útboðið eftir KT-ráðgevum til felags lestrarfyrisitingarskipanina. Vinnarar gjørdust Formula, Prisma og Minteo. Samlaði tilboðsprísurin var 10.266.000 kr.
Les meira á keypsportal.fo
Eitt veruligt sannleikakríggj er í gongd
Eitt veruligt sannleikakríggj er í gongd
2022-03-31
Samrøða var við miðlafrøðingin Bjarna Arge í Góðan Morgun Føroyar í morgun um falstíðindi. Høvið var kríggið í Ukraina og tíðindi um, at sum av tí, sum verður deilt í sambandi við kríggið ikki passar. Bæði á tíðindamiðlum, men eisini á sosialum miðlum, sum eru ein stórur partur av tíðindaheiminum í dag. Ráðini hjá Bjarna Arge eru millum annað at eftirkanna tað, tú sært, og at lesa um málið á ymiskum miðlum fyri at fáa eina fjølbroytta mynd.
Les meira á kvf.fo
Combine-IT gjørt KT-trygdarmeting nú kríggj er
Combine-IT gjørt KT-trygdarmeting nú kríggj er
2022-03-31
Tá kríggið brast á í Ukraina fyri einum mánaða síðani, gjørdi føroyska KT-trygdarfyritøkan Combine-IT eina meting av trygdarstøðuni við uppskotum um átaksøki hjá føroyskum virkjum og stovnum. Greiningin er framvegis viðkomandi.
Les meira á combine-it.com
Stjólu 3,6 mia kr av kryptogjaldoyra á Ronin
Stjólu 3,6 mia kr av kryptogjaldoyra á Ronin
2022-03-31
Teldusníkar stjólu í farnu viku í minsta lagi 3,6 mia kr úr pengamappu-tænastuni Ronin, ið er kryptogjaldoyra handan spælið Axie Infinity, sum í stóran mun brúkar non-fungible tokens (NFT'ar). Sambært greiningarfyritøkuni Elliptic er hetta næst-størsta ránið av kryptogjaldoyra higartil.
Les meira á theguardian.com
Føroyingar eru førir fyri at gera nýggja skipan
Føroyingar eru førir fyri at gera nýggja skipan
2022-03-30
Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum, sigur við Kringvarpið, at føroyskar KT-fyritøkur megna væl uppgávuna at gera avloysararan fyri Cosmic. Hon vísir á, at føroyskar KT-fyritøkur kunnu samstarva um at gera skipanina. Hon heldur eisini, at nýggja skipanin eigur at hava nógv fleiri møguleikar enn verandi skipan.
Les meira á kvf.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74