a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Nýggja høvdsettið hjá Dyson hevur innbygda luftreinsing
Nýggja høvdsettið hjá Dyson hevur innbygda luftreinsing
2022-03-30
Bretska fyritøkan Dyson, sum annars er mest kend fyri dustsúgvarar og hondturkarar, fer nú at selja høvdsett við bæði smátalarum og luftreinsarum. Endamálið siga tey vera at minka um ljóð- og luftdálkingina hjá býarfólki. Mynd: Dyson.
Les meira á theverge.com
Nýggja heilsuskipanin klár í 2025
Nýggja heilsuskipanin klár í 2025
2022-03-30
Sáttmálin við veitaran av talgildu heilsuskipanini Cosmic – svenska fyritøkan Cambio - er formliga uppsagdur til 31. desember 2023, men sjúkrahúsverkið hevur í hyggju at leingja sáttmálan soleiðis, at verandi skipan kann brúkast til ein nýggj kemur ístaðin. Sjúkrahúsverkið metir, at tað kunnu ganga eini fýra ár til ein slík skipan er sett í verk, t.v.s. neyvan fyrr enn einaferð í 2025. Fyrireikingarnar til hetta eru í gongd. Fyrsta stigið er at skipa stýrisbólk og verkætlanarbólk við fakfólki til at gera kravfestingararbeiðið, og at fáa játtan til hetta arbeiðið. Hetta sæst í svari hjá Kaj Leo Holm Johannesen uppá fyrispurning um Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanina frá Johan Dahl, løgtingsmanni.
Les meira á vp.fo
Føroya Tele rindar 30 mió kr í vinningsbýti
Føroya Tele rindar 30 mió kr í vinningsbýti
2022-03-30
Føroya Tele samtakið hevði góðar 40 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2021, og tað gevur rúm fyri 30 milliónum krónum í vinningsbýti til eigaran Føroya Landsstýri. Samlaða nettosølan vaks úr 389 mió upp í 407 mió kr.
Les meira á ft.fo
Tilgjørdur vitleiki vann á átta heimsmeistarum í bridge
Tilgjørdur vitleiki vann á átta heimsmeistarum í bridge
2022-03-29
Enn ein varði í søguni um vitlíki bleiv laðaður í farnu viku, tá tað eydnaðist eini skipan hjá franska felagnum NukkAI at vinna á heili átta heimsmeistarum í kortspælinum bridge. Fyrr hevur tilgjørdur vitleiki vunnið á heimsins bestu telvarum og go-leikarum, men bridge er øðrvísi við tað, at summar upplýsingar í spælinum eru fjaldar, og skipanin má greiða frá, hví hon er komin til sínar niðurstøður. Hetta verður roknað sum eitt stórt frambrot og kann hava stóran týdning fyri menningina av vitlíki framyvir, tí alt størri krøv vera sett um, at tilgjørdur vitleiki kann standa til svars fyri tiknar avgerðir.
Les meira á theguardian.com
Fyrstu ferð at besti filmur kemur frá eini stroymingartænastu
Fyrstu ferð at besti filmur kemur frá eini stroymingartænastu
2022-03-28
CODA (Child of Deaf Adults) gjørdist fyrsti filmur frá eini stroymingartænastu at vinna Oscar-heiðurslønina fyri besta film. Stroymingartænastan Apple TV Plus keypti útbreiðslurættindini til filmin á Sundance Film Festival í fjør.
Les meira á theverge.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74