a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Sansir søkir eftir heimasíðumennara
Sansir søkir eftir heimasíðumennara
2022-03-28
Samskiftisfyritøkan Sansir lýsir eftir einum heimasíðumennara, sum dugir JavaScript, HTML og CSS. Tey vísa á, at tey hava gjørt yvir 300 heimasíður og hava veitt KT-loysnir í meira enn 20 ár. Við "Remote Tourism" og "Faroe Islands Translate" hava tey ment framkomnar serskipanir í heimsflokki, sum hava vunnið viðurkenning um allan heimin. Freistin at søkja er 19. apríl 2022.
Les meira á als.fo
Hopp rennihjólini aftur á gøtunum eftir vikuskiftið
Hopp rennihjólini aftur á gøtunum eftir vikuskiftið
2022-03-25
Samrøða við Ebba Ásgerisson og royndarkoyring av rennihjólunum hjá Hopp var í Degi & Viku í kvøld.
Les meira á kvf.fo
Jan Ziskasen ársins leiðari hjá tí privata
Jan Ziskasen ársins leiðari hjá tí privata
2022-03-25
Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele, varð kosin ársins leiðari hjá tí privata. Í grundgevingini segði dómsnevndin, at hann er kveikjandi og megnar at fáa øll at ganga somu leið og fær starvsfólkini við til at seta kósina. Tað er Synergi, sum skipar fyri leiðaradegnum, og í dómsnevndini sita Søren L. Bruhn, Marjun Eystberg og Halldis Joensen.
Les meira á ft.fo
Tjóðskjalasavnið søkir eftir KT-skjalavørði
Tjóðskjalasavnið søkir eftir KT-skjalavørði
2022-03-25
Høvuðsuppgávurnar hjá KT-skjalavørðinum eru tvær: at góðkenna og viðlíkahalda kt-skjalasavnsútgávur, og at viðlíkahalda/menna skrásetingarskipanina ASTA. Krav er um bachelor-útbúgving í søgu, fyrisiting ella líknandi, royndir við testing og skráseting og innlit í relationellar dátugrunnar. Freistin at søkja er 13. apríl.
Les meira á als.fo
BankNordik bjóðar íløguloysn saman við Saxo Bank
BankNordik bjóðar íløguloysn saman við Saxo Bank
2022-03-25
Talgilda íløguamboðið verður knýtt at nýggja Netbankanum hjá BankNordik og fer at geva kundum beinleiðis atgongd til handilspallin hjá Saxo Bank. Umframt møguleikan at keypa og selja virðisbrøv verður møguligt at lesa kunningartilfar, fáa íblástur og ogna sær nýggja vitan um virðisbrævamarknaðirnar sum heild. Hjá BankNordik vænta tey, at íløguloysnin fer at verða tøk í juni 2022.
Les meira á banknordik.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74