a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Nýggj ES-lóg skal minka um valdið hjá tøknirisum
Nýggj ES-lóg skal minka um valdið hjá tøknirisum
2022-03-25
Við nýggju lógini, sum ES-lóggevar eru vorðnir samdir um, verða feløg sum Apple og Google noydd at lata pallarnar hjá sær upp fyri øðrum veitarum. Eitt nú skal Apple geva brúkarum loyvi at brúka aðrar gjaldsmøguleikar á App Store, og krav verður um at boðtænastur sum WhatsApp, Facebook Messenger og iMessage virka ómakaleyst saman við boðtænastum hjá smærri kappingarneytum. Lógin, sum ikki er samtykt enn, verður bara galdandi fyri feløg við marknaðarvirði omanfyri 500 mia kr, sølu hægri enn 50 mia kr um árið og minst 45 mió brúkarum.
Les meira á bbc.com
Allir hýruvognar í New York tøkir á Uber
Allir hýruvognar í New York tøkir á Uber
2022-03-24
Uber, sum hevur vaksið seg stórt við at bjóða fólki hýru við vanligum bilum heldur enn góðkendum hýruvognum, leggur nú á annan bógv. Sambært Wall Street Journal er avtala gjørd, sum merkir, at allir hýruvognar í New York framyvir vera tøkir á appini hjá Uber. Tað hevur annars ikki gingið friðarliga fyri seg, og hýruvognsfeløg kring heimin hava gjørt nógv fyri at halda Uber burtur. New York er ein stórur marknaður, men tað er bara fyrsta stigið. Ætlanin hjá Uber er nú at fáa allar hýruvognar í heiminum - íroknað teir í Føroyum - í appina. Um tað eydnast, er ein onnur søga.
Les meira á theguardian.com
Sekstan ára gamal breti á odda fyri Lapsus$
Sekstan ára gamal breti á odda fyri Lapsus$
2022-03-24
Teldusníkabólkurin Lapsus$ hevur seinastu vikurnar verið settur í samband við álvarslig og stundum løgin álop á tøknirisar sum Samsung, Nvidia, Microsoft og Okta. Tað hevur verið gitt, at bólkurin var úr Suðuramerika, men nú eru 7 ungfólk í Bretlandi handtikin og ákærd í málinum. Eftir øllum at døma er ein av leiðarunum ein 16 ára gamal autistiskur drongur úr Oxford.
Les meira á bbc.com
Útgáva 5 av Heldini verður gjørd óvirkin
Útgáva 5 av Heldini verður gjørd óvirkin
2022-03-24
Talgildu Føroyar boða frá, at útgáva 5 av Heldini verður niðurløgd við endan av apríl mánaði í ár. Tá skulu øll vera uppstigaði til útgávu 6. Um orsakirnar til uppstiganina verður sagt, at gamla útgávan ikki verður supporterað longur og undirliggjandi trygdin á trygdarambætarunum er við at ganga út. Harumframt kann nýggja útgávan brúkast við REST umframt SOAP tøkni.
Les meira á talgildu.fo
Fá tær Samleikan, tí NemID verður avtikið
Fá tær Samleikan, tí NemID verður avtikið
2022-03-24
Felagið Peningastovnar heita í tíðindaskrivi á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo skjótast gjørligt. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið gamli Netbankin letur aftur, og NemID verður endaliga avtikið 13. juni 2022.
Les meira á nordlysid.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74