a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Manglandi neon boðar ikki frá góðum
Manglandi neon boðar ikki frá góðum
2022-03-23
Tvey feløg í Ukraina standa fyri umleið helvtini av heimsframleiðsluni av neon, og tey hava ilt við at virka nú kríggj er. Neon er alneyðugt í framleiðsluni av hálvleiðarum, og trot er longu á telduflísum. Tískil verða trupulleikarnir at framleiða elektronikk - eitt nú til bilar og internettól - uppaftur drúgvari enn higartil hildið.
Les meira á vox.com
USA hægst lønir til forritaverkfrøðingar
USA hægst lønir til forritaverkfrøðingar
2022-03-23
Ein kanning hjá CodinGame av lønarlagnum hjá forritaverkfrøðingum kring heimin vísir, at hægsta miðallønin er í USA, 54 tkr um mánaðin. Beint í hølunum á USA kemur Sveis við 51 tkr, og hægstu miðallønina í norðurlondum fáa sviar við 38 tkr um mánaðin. Niðast eru India, Marokko og Tunis við umleið 10 tkr um mánaðin.
Les meira á theregister.com
Airbus víðkar um samstarvið við Lundin Software
Airbus víðkar um samstarvið við Lundin Software
2022-03-22
Í fráboðan á Linkedin sigur Lundin Software, at tey hava víðkað avtaluna við Airbus Helicopters, soleiðis at viðlíkahaldskunningarskipanin hjá teimum nú verður beinleiðis knýtt í Airbus Connected Services.
Les meira á linkedin.com
Vikmar søkir KT-mennara
Vikmar søkir KT-mennara
2022-03-22
Arbeiðið fevnir millum annað um innsavnan og framvísing av ymiskum dátum frá skipum, heimasíður og loysnir í samband við fylgisveinatænastur. Tey vænta, at viðkomandi hevur hollan kunnleika til Python og SQL. Kunnleiki til Linux, Docker og JavaScript er eisini ein fyrimunur. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Les meira á vikmar.fo
Veruleikakendari menniskju í nýggja Unity
Veruleikakendari menniskju í nýggja Unity
2022-03-21
Sambært nýggja sýnisbandinum hjá Unity hava nýggjastu útgávurnar av spælmotorinum munandi betri tøkni at tekna veruleikakend menniskju til spøl og filmar. Høvi verður at síggja meiri á NVIDIA GTC (GPU Technology Conference) ráðstevnuni hesa vikuna.
Les meira á techspot.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74