a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Steðga við dagføringum eftir 'protestware' álop
Steðga við dagføringum eftir 'protestware' álop
2022-03-21
Ein russiskur banki hevur heitt á kundar sínar um at gevast við at dagføra ritbúnaðin. Hetta verður gjørt eftir staðfesting av meinfýsnum mótmælis-búnaði rættað móti brúkarum í Russlandi og Hvítarusslandi. Serliga er talan um illmeinta kotu í NPM modulinum node-ipc, ið verður brúkt í Vue. Fylgjurnar fyri open source umhvørvið kunnu røkka nógv longur enn kríggið í Ukraina, tí fólk lættliga kunnu missa álit á kotuni.
Les meira á theverge.com
Vikmar leitar eftir netumsitara
Vikmar leitar eftir netumsitara
2022-03-21
Arbeiðið fevnir um umsiting av fylgisveina-internet, netverk hjá kundum, brandmúrum, fylgisveina-terminalar og annað. Nýggi netumsitarin verður settur skjótast gjørligt.
Les meira á vikmar.fo
Hopp rennihjólini koma út aftur skjótt
Hopp rennihjólini koma út aftur skjótt
2022-03-21
Dimmalætting hevur tosað við mannin handan Hopp rennihjólini í Havnini, Ebenezer Þórarinn Ásgeirsson. Sambært honum vera rennihjólini skjótt tøk aftur eftir at løgreglan av órøttum legði hald á tey í fjør summar. Neyðugt hevur verið at eftirhyggja øll og bíðað hevur eisini verið eftir betri veðri.
Les meira á dimma.fo
Kunnu nú nýta norskar sjókortdátur
Kunnu nú nýta norskar sjókortdátur
2022-03-21
Norska Kartverkert og Umhvørvisstovan hava gjørt samstarvsavtalu innan sjókortøkið. Avtalan ásetir reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi.
Les meira á us.fo
TikTok vorðið politiskt
TikTok vorðið politiskt
2022-03-21
Frá at hava verið "bara ein dansi-app", hevur TikTok fingið ein lyklaleiklut í kunningarbardaganum í krígnum í Ukraina. Alt fleiri taka appina í álvara og í farnu viku bjóðaði forsetin í USA, Joe Biden, tíggjutals TikTok-ávirkarum til kunningarfund um kríggið. Tað er serliga ringt at eyðmerkja falstíðindi á TikTok, og ávirkanin á hugburðin kring heimin er stór.
Les meira á theguardian.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74