a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Evnaríkir russar rýma
Evnaríkir russar rýma
2022-03-21
Revsitiltøk og politisk óvissa fáa eftir øllum at døma íverksetar, forritarar og onnur í útbúnu miðalstættini at rýma úr Russlandi, tí tað er vorðið ógjørligt at dríva altjóða forrætning í landinum. Men tað er ikki bara lætt, tí hugburðurin mótvegis russum vestanfyri er ikki bara góður.
Les meira á techcrunch.com
Telegram bannað í Brasil, tí tey gloymdu at lesa meylin
Telegram bannað í Brasil, tí tey gloymdu at lesa meylin
2022-03-20
Hægstirættur í Brasil hevur sett forboð móti samskiftisappini Telegram. Orsøkin er, at tey hjá Telegram ikki fingu við, at tey høvdu fingið eitt teldubræv sendandi, og tískil ikki svaraðu. Óvist er um og nær teir 200 mió borgararnir í Brasil kunnu brúka Telegram aftur.
Les meira á theverge.com
Suðurkorea nøktandi verndarstøði
Suðurkorea nøktandi verndarstøði
2022-03-20
Løgmansskrivstovan hevur sent til ummælis uppskot um broyting av kunngerðini um triðjalond, sum hava nøktandi verndarstøði viðvíkjandi flutningi av persónsupplýsingum. Einasta broytingin er, at Suðurkorea nú er á listanum. Freistin at viðmerkja er 14. apríl 2022.
Les meira á lms.fo
FarPay leitar eftir starvsfólki til support
FarPay leitar eftir starvsfólki til support
2022-03-19
Fintech-fyritøkan FarPay, sum veitir integratiónsloysnir millum bókahaldsskipanir og gjaldsloysnir, leitar eftir einum kundaráðgeva til "Support & Onboarding" deildina í Føroyum. Freistin at søkja er 4. apríl 2022.
Les meira á als.fo
Yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág á Vanganum
Yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág á Vanganum
2022-03-17
Nú kanst tú fara á síðuna hjá Apoteksverkinum á Vanganum og síggja heilivágin hjá tær og tínum børnum, sum er útflýggjaður seinastu 2 árini. Tey, ið fáa tilskot frá Heilsutrygd, kunnu síggja hvat tey rinda av heilivágnum, og hvat tilskotið er. Eisini kunnu tey, sum brúka tænastuna Skamtan, síggja eitt yvirlit yvir tann heilivág, ið verður verður pakkaður.
Les meira á talgildu.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74