a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Kort tøkt við vegarbeiði í Tórshavnar kommunu
Kort tøkt við vegarbeiði í Tórshavnar kommunu
2022-03-17
Á kortinum sært tú øll graviloyvini, sum eru latin í løtuni. Graviloyvini, ið eru frámerkt við reyðum, eru loyvi, har arbeiðið er farið í gongd. Eitt gult graviloyvi merkir hinvegin, at arbeiðið ikki er byrjað. Á kortinum ber eisini til at tendra fyri lag, sum vísir eldri graviloyvir og síggja, hvørji graviloyvi eru givin seinasta árið frá í dag at rokna. Trýstir tú á einstaka graviloyvið, so fært tú nærri upplýsingar um arbeiðið á staðnum
Fjúrtan milliónir í yvirskoti í 2021
Fjúrtan milliónir í yvirskoti í 2021
2022-03-17
KT-fyritøkan Formula hevði 14 mió kr í yvirskoti í fjør. Úrslitið er nakað verri enn í fyrraárið orsakað av vaksandi lønarútreiðslum. Tær vóru smáar 51 mió kr í fjør.
Les meira á vp.fo
Tykisligur og víðkaður veruleiki skal takast í álvara
Tykisligur og víðkaður veruleiki skal takast í álvara
2022-03-16
Sambært nýggjastu tøkni-frágreiðingini hjá altjóða ráðgevarafelagnum Accenture skal allur hávin við "metaverse" og tykisligum og víðkaðum veruleika takast í álvara. Frágreiðingin eyðmerkir fýra rák, sum fyritøkur fara at takast við í komandi tíðum: 1) at skapa samanrunnar upplivingar á talgildum pallum, 2) at samansjóða tað tykisliga og tað veruliga, 3) at gera tað syntetiska autentiskt og 4) at gagnnýta kvantum- og lívfrøði-teldur at til útrokna tað ómøguliga. Samstundis kunngera tey, at tey hava gjørt eina deild nevnd Accenture Metaverse Continuum bara til tað sama.
Mæla frá at lækka aldursmarkið fyri Samleikan
Mæla frá at lækka aldursmarkið fyri Samleikan
2022-03-16
Ein samd fíggjarnevnd mælir í áliti frá at lækka aldursmarkið fyri at brúka Talgilda Samleikan niður í 13 ár. Í grundgevingunum verður nevnt, "at vit politiskt eiga at gera okkum greitt í hvønn mun vit sum samfelag skulu noyða talgildar skipanir niðuryvir børn okkara." Hinvegin heldur nevndin, at fyrsti Samleika-geymin, sum tey, ið ikki hava eina snildfon/teldil ella ikki eru køn at brúka slík tól, eigur at vera ókeypis.
Les meira á logting.fo
Ætla at kollvelta bingjuflutning við smáum el-skipum
Ætla at kollvelta bingjuflutning við smáum el-skipum
2022-03-16
Við sterkum íleggjarum aftan fyri seg, eru tey hjá FleetZero í ferð við at menna tøkni til ein flota av lutfalsliga smáum el-drivnum bingjuskipum, sum steðga í nógvum havnum at skifta battarí. Ætlanin er í longdini at kappast við stóru bingjuskipini.
Les meira á techcrunch.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74