a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Ávara um russiskt anti-virus forrit
Ávara um russiskt anti-virus forrit
2022-03-16
Almenna týska skrivstovan fyri teldutrygd, Bundesamt für Sicherheit in der Informationstechnik (BSI), ávarar í fráboðan ímóti at brúka anti-virus forrit frá russiska felagnum Kaspersky. Orsøkina siga tey vera, at tað er sannlíkt, at russiska stjórnin fer at hótta Kaspersky at leypa á uttanlands.
Les meira á bsi.bund.de
Ikki loyvi at ynskja ríkisleiðarar deyðar
Ikki loyvi at ynskja ríkisleiðarar deyðar
2022-03-15
Facebook og Instagram brúkarar hava ikki loyvi at boða frá, at tey ynskja Vladimir Putin deyðan. Hetta kunnger Nick Clegg frá Meta í eini nágreining av tíðindaskrivinum frá í farnu viku, har tey boðaðu frá, at fólk í ávísum londum hava loyvi at ynskja ilt yvir russiska hermegina í Ukraina. Hetta tíðindaskrivið førdi við sær, at Instagram - eins og Facebook - nú er bannað í Russlandi.
Les meira á theguardian.com
Framleiðslan í tøknideplinum Shenzhen steðgar
Framleiðslan í tøknideplinum Shenzhen steðgar
2022-03-15
Eftir at 60 tilburðir av korona vóru staðfestir í kinesiska stórbýnum Shenzhen sunnudagin, hava øll uttan tey, ið framleiða neyðsynjarvørur sum t.d. mat, send heim. Nógvar stórar tøknifyritøkur hava høvuðsskrivstovu í Shenzhen og nógvur tólbúnaður verður framleiddur har, og stongsulin fær væntandi stóra ávirkan á veitingar eisini hjá okkum.
Les meira á techspot.com
Fyrsta øking í fløgusøluni síðani 2004
Fyrsta øking í fløgusøluni síðani 2004
2022-03-15
Sølan av tónleikafløgum í USA øktist úr 32 mió eindum í 2020 til 47 mió eindir í 2021. Talið hevur annars verið lækkandi síðani 2004, og hægsta talið var í 2000, tá næstan 1 milliard tónleikafløgur vóru seldar. Í staðin brúka fólk í dag stroymingartænastur, sum vera rindaðar við antin lýsingum ella haldaragjøldum.
Les meira á theverge.com
Vinna orku frá havbotni til vatnskorpu
Vinna orku frá havbotni til vatnskorpu
2022-03-14
Amerikanska felagið Seatrec mennir nýggja battarítøkni, sum gagnnýtir hitamunin í sjónum. Serliga voksið í battaríinum víðkast ella krympast, alt eftir um tað verður heitari ella kaldari, og tað fær eina veksu trýsta ígjøgnum eina rørskipan, sum aftur fær eina turbinu at mala. Ætlandi skal hetta brúkast til eitt nú sjálvstýrandi kavbátar, sum ferðast millum botn og vatnskorpu.
Les meira á morningbrew.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74