a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Minesto savnar virksemið í Vestmanna í ár
Minesto savnar virksemið í Vestmanna í ár
2022-03-14
Svenska felagið Minesto sigur í tíðindaskrivi, at tey umskipa virksemið og miðsavna tað í Vestmanna í ár. Sum skilst verður hetta gjørt fyri at tryggja skjótari framdrift í verkætlanini. Umframt verandi 100 kW dreka fara tey at knýta enn ein 100 kW og ein 1.2 MW dreka beinleiðis í el-netið hjá SEV. Ætlanin er brúka royndirnar til at byggja eina 80 MW skipan í Holyhead Deep í Wales. (Mynd: Minesto).
Les meira á minesto.com
Russland ætlar at blokera Instagram
Russland ætlar at blokera Instagram
2022-03-14
Av tí at móðirfelagið hjá Instagram, Meta, hevur broytt reglurnar fyri haturstalu og í ávísum førum loyvir haturstalu móti russum, hava russar nú kunngjørt, at atgongdin til tænastuna verður avmarkað. Umleið 60 milliónir Instagram-brúkarar eru í Russlandi.
Les meira á techcrunch.com
Vanced YouTube appin verður tikin niður
Vanced YouTube appin verður tikin niður
2022-03-14
Vegna hóttanir um rættarsókn frá Google verður vælumtókta Vanced appin á Android tikin niður í næstum. Nógv hava brúkt Vanced fyri at sleppa undan lýsingum - uttan at rinda YouTube premium hald.
Les meira á theverge.com
Setrið søkir eftir royndum KT-leiðara
Setrið søkir eftir royndum KT-leiðara
2022-03-11
Nú er møguleikin at standa á odda fyri talgildu menningini av Føroya størsta vitanarstovni við fleiri enn 150 undirvísarum, granskarum og fyrisitingarligum starvsfólkum og oman fyri 1000 lesandi. Freistin at søkja er 24. mars.
Les meira á setur.fo
Blanda AR og VR við nýggju brillunum frá Magic Leap
Blanda AR og VR við nýggju brillunum frá Magic Leap
2022-03-11
Nýggju Magic Leap 2 brillurnar til víðkaðan veruleika hava størri sjónarvídd og geva møguleika at káma partar av sjónini. Hetta seinna sýnist vera lykilin til at gera tær brúkiligar innan heilsuverkið, framleiðslu, verju og almennar tænastur. Ætlandi vera tær tøkar seinni í ár.
Les meira á thenextweb.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74