a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Hakkaradagur á Klintra
Hakkaradagur á Klintra
2022-03-11
Herfyri skipaði KT-fyritøkan Klintra aftur fyri "hakkaradegi" fyri starvsfólkunum. Hetta er ein dagur, har kundauppgávur verða lagdar til síðis í størst møguligan mun, og hugflogið fær frítt at fara. Endamálið við degnum er at stimbra nýhugsan, og at lata starvsfólkunum høvi at arbeiða við nýggjum hugskotum og tøknum.
Les meira á facebook.com
Nú kann søkjast inn á KT-verkfrøði á Setrinum
Nú kann søkjast inn á KT-verkfrøði á Setrinum
2022-03-10
Í heyst byrjar nýggjur flokkur á 3-ára bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum. KT-verkfrøðingar hava fjølbroyttar møguleikar at reka, menna og sniðgeva telduskipanir saman við øðrum, og soleiðis gera ein mun í talgildingini av føroyska og altjóða samfelagnum. Freistin at søkja er 15. apríl fyri kvotu 2. Til ber eisini at halda fram á master-útbúgving í dátuvísindum, sum eftir ætlan byrjar í 2023.
Les meira á setur.fo
Myndir frá 1958 tøkar á Føroyakort
Myndir frá 1958 tøkar á Føroyakort
2022-03-10
Sum ein nýggjur hentleiki á foroyakort.fo eru flogmyndirnar frá 1958 eru nú gjørdar til myndakort ávís støð í landinum. Myndakort kunnu síggjast saman við øðrum kortum, eitt nú nýggjari myndakortum ella matrikulkortum.
Les meira á us.fo
Forkanning um talgilt koyrikort liðug
Forkanning um talgilt koyrikort liðug
2022-03-10
Í fjør summar fóru Talgildu Føroyar, saman við Akstovuni, undir forkanning um talgilt koyrikort og úrslitið av kanningini vísir, at skilagott er við loysn, sum kann virka sum bæði koyrikort og borgarakort. Ætlandi verður farið undir at menna appina seinni í ár.
Les meira á talgildu.fo
Broyt bústað á Vanganum
Broyt bústað á Vanganum
2022-03-09
Skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu, flyta innanhýsis í kommununi ella flyta til land uttanfyri Norðurlond? Nú kanst tú avgreiða flytingina á Vanganum.
Les meira á torshavn.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74