a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
KT-miðnámsútbúgving á Tekniska Skúla í Klaksvík
KT-miðnámsútbúgving á Tekniska Skúla í Klaksvík
2022-03-09
Tøknibreytin (HT) á Tekniska Skúla í Klaksvík er ein 3 ára miðnámsútbúgving til teirra, sum hava áhuga í og kanska ætla at lesa víðari innan náttúruvísindi, tøkni, samskifti ella KT. Freistin at søkja er 15. mars 2022.
Les meira á tsk.fo
Fíggjarstjóri til Føroya Tele
Fíggjarstjóri til Føroya Tele
2022-03-09
Føroya Tele leitar eftir fíggjarstjóra at ganga á odda og mynda fíggjarligu, strategisku kósina hjá samtakinum. Freistin at søkja er 20. mars 2022.
Les meira á ft.fo
Hava gjørt krill-robottar
Hava gjørt krill-robottar
2022-03-08
Granskarar á Brown University og Universidad Nacional Autonoma de Mexico hava nýliga gjørt eitt nýtt tólmenni við íblástri frá ljóskrabbum (krill). Hugsanin er, at nýggja tólmennið skal brúkast til at kanningar í havinum.
Les meira á techxplore.com
Bíliga útgávan av iPhone er skjótari og dýrari
Bíliga útgávan av iPhone er skjótari og dýrari
2022-03-08
Apple kunngjørdi í dag eina nýggja útgávu av iPhone SE fartelefonini. Hetta er fyrsta dagføringin av bíligastu fartelefonini hjá Apple í tvey ár, og størsta broytingin er, at hon kann brúkast á 5G. Harumframt hevur hon ein skjótari prosessara, betri skerm og longri battarílivitíð. Prísurin í USA er smáar 2.935 kr ella 8% meira enn undanfarna útgávan.
Les meira á techxplore.com
AWS steingir fyri nýggjum brúkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi
AWS steingir fyri nýggjum brúkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi
2022-03-08
Amazon kunngerð í dag, at tey ikki longur loyva nýggjum brúkarum úr Russlandi og Hvítarusslandi at brúka Amazon Web Services (AWS). Hetta verður gjørt sum svar uppá innrásina hjá Russlandi í Ukraina. Amazon hevur eingi datasentur í Russlandi og hevur leingi noktað at handla við russisku stjórnina.
Les meira á seekingalpha.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74