a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Kanna heimild fyri at seta vakmyndatól upp í miðbýnum í Havn
Kanna heimild fyri at seta vakmyndatól upp í miðbýnum í Havn
2022-03-07
Tað er sera óvanligt at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum í Føroyum, og tí fer Dátueftirlitið at kanna, um Tórshavnar kommuna hevur heimild at seta vakmyndatól upp í miðbýnum í Havn. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Les meira á kvf.fo
Verkætlanarfólk til fipur til heimið
Verkætlanarfólk til fipur til heimið
2022-03-07
Fyri trimum árum síðani fór NET undir verkætlanina "fipur til heimið", og nú søkja tey eftir verkætlanarfólki at vera knýtið millum projektering, samskipan, samskifti og kundavitjanir. Fipur er tøkni, sum gevur skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljóstrevjur. Tøknin letur upp fyri, at telefeløg kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit ella meira. Freistin at søkja er 28. mars 2022.
Les meira á als.fo
Tjaldur ger íløgu í norskan læringspall
Tjaldur ger íløgu í norskan læringspall
2022-03-07
Norska felagið Mintra, sum veitir online skeið til orku- og sjóvinnuna, kunnger í dag, at føroyska Tjaldur og norska Ferd hava keypt 38,5% av felagnum fyri gott 200 mió kr. Mintra er skrásett á Oslo Euronext Growth partabrævamarknaðinum.
Les meira á mintra.com
Sansir leitar eftir einum, sum droymir í kotum
Sansir leitar eftir einum, sum droymir í kotum
2022-03-07
Samskiftisfyritøkan Sansir ynskir at seta ein heimasíðu-mennara í starv sum skjótast. Krøvini eru, at tú dugir JavaScript, HTML og CSS. Freistin at søkja er 28. mars 2022.
Les meira á sansir.fo
Teldusníkar krevja, at NVIDIA fjernar Lite Hash Rate
Teldusníkar krevja, at NVIDIA fjernar Lite Hash Rate
2022-03-04
Loysigjaldsbandin, sum í farnu viku breyt inn á innanhýsis netið hjá grafikkkortframleiðaranum NVIDIA og stjólu stórar nøgdir av viðkvomnum dáta, er nú komin við einum sjáldsomum kravi. Tey krevja, at NVIDIA ger eina serliga avmarking á grafikkkortunum óvirkna, soleiðis at tað gerst lættari hjá øllum at brúka kortini til at skapa nýtt Ethereum kryptogjaldoyra. Um hetta ikki verður gjørt, so hótta tey við, at virðismikil keldukota verður latin almenninginum.
Les meira á arstechnica.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74