a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Nemlia samstarvar við týskt universitet
Nemlia samstarvar við týskt universitet
2022-02-25
Í tíðindaskrivi boðar føroyska fyritøkan Nemlia frá, at fyrstu úrslitini av kanningararbeiðinum, sum tey hava gjørt saman við Fresenius University of Applied Sciences í Heildelberg, eru løgd fram, og at tey staðfesta, at talgildingin kann optimera og stuðla røktarveitingum bæði í heimarøktini og á bústovnum.
Les meira á nemlia.com
Streymslit í meginøkinum fríggjadagin fyrrapart
Streymslit í meginøkinum fríggjadagin fyrrapart
2022-02-25
Ein feilur á 60 kV linjuni millum Vestmanna og Sundsverkið við sær, at alt meginøkið misti streymin fríggjadagin 25. februar 2022 kl. 10:49. Smá trý korter seinni var streymurin aftur í øllum økinum, tó uttan í Vestmanna og Vágum. Kl. 11:36 høvdu øll streymin aftur. Fólk hjá SEV eru í fjøllunum fyri at finna feilin á linjuni.
Les meira á sev.fo
Endin á loyniorðum
Endin á loyniorðum
2022-02-25
MIT Technology Review ger á hvørjum ári eitt yvirlit yvir 10 tey størstu tøkniligu nýbrotini, sum tey rokna við tað árið. Ovast á listanum í 2022 er gongdin við alt fleiri tænastur brúka aðrar mátar enn loyniorð at geva tær atgongd.
Mobile World Congress byrjar mánadagin
Mobile World Congress byrjar mánadagin
2022-02-25
Eftir avlýsingar í bæði 2020 og 2021, verður Mobile World Congress (MWC) aftur í Barcelona sum vanligt. MWC er ein av størstu regluligu tøkniráðstevnunum, og veitarar av fartelefonitøkni brúka ofta høvi at kunngera nýggj tól og nýggjar tænastur. RadioTimes hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvat vit kunnu vænta í ár.
Les meira á radiotimes.com
Tøkni-fyritøkur rýma úr Ukraina
Tøkni-fyritøkur rýma úr Ukraina
2022-02-25
Í kjalarvørrinum á russisku innrásini eru nógvar bæði lokalar og fremmandar KT-fyritøkur, sum hava stórt gagn av dugnaligu starvsfólkunum har. TechCrunch hevur tosað við fleiri teirra og orkan verður yvirhøvur brúkt til at tryggja starvsfólkini, og at tøknitænasturnar framhaldandi kunnu virka, sjálvt um tað er kríggj.
Les meira á techcrunch.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74