a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Biltólið hjá Spotify tøkt í USA
Biltólið hjá Spotify tøkt í USA
2022-02-23
Kenda tónleika- og poddvarpstænastan Spotify er nú eisini farið at framleiða og selja tól at seta í bilin at brúka í staðin fyri útvarpslurtið. Í fyrstu atløgu kanst tú bara lurta eftir Spotify-tilfari, men ætlandi verður tilfar frá øðrum veitarum eisini tøkt.
Les meira á cnet.com
TikTok kann snúgva sær undan privatlívsstillingunum hjá Apple og Google
TikTok kann snúgva sær undan privatlívsstillingunum hjá Apple og Google
2022-02-23
Tvær størri kanningar av tøknini handan TikTok avdúka, at við snildum ber til hjá teimum at sleppa sær undan átøkum, sum veitararnir av fartelefonstýriskipanum seta í verk fyri at verja privatupplýsingar. Millum annað vísa kanningarnar, at TikTok í veruleikanum kann roknast sum ein internetkagi, sum heintar keldukotu frá ambætarunum so hvørt.
Les meira á yahoo.com
Símun nýggjur stjóri í FT Samskifti
Símun nýggjur stjóri í FT Samskifti
2022-02-22
Símun Skaalum tekur við sum stjóri í FT Samskifti 1. mars 2022. Síðani 2016 hevur hann verið fíggjarstjóri, umframt at hann hevur verið produkt- og marknaðarstjóri, verkætlanarleiðari og fíggjarfrøðingur, síðani hann byrjaði sína starvsleið á Føroya Tele í 2012. 14 umsóknir komu inn til starvið.
Les meira á ft.fo
Nógvir trupulleikar við netinum í dag
Nógvir trupulleikar við netinum í dag
2022-02-22
NET hevur havt ymiskar tøkniligar trupulleikar í dag. Fyrrapartin riggaði ikki at ringja inn til fyritøkur, millum annað tí forritið Nettala ikki virkaði eftir vild. Í nátt fór rættiliga nógv útgerð í Froðba eftir at toran hevði gingið, og netsambandið fór. At bøta um hetta varð eykaútgerð í skundi send við Rescue Lív til Suðuroyar.
Les meira á dimma.fo
Netsambandið reyk, tí toran sló niður
Netsambandið reyk, tí toran sló niður
2022-02-22
Toran sló niður á Brekkunum í Froðba í nátt. Sambært Bjarna Nygaard, trivnaðarfólki í Tvøroyrar kommunu, futtaði tað allar beinararnar av, soleiðis at øll í Froðba mistu netsambandið.
Les meira á kvf.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74