a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Kjak um tónan á netinum í Góðan Morgun Føroyar
Kjak um tónan á netinum í Góðan Morgun Føroyar
2022-02-20
Allan Dalsgarð, miðlafrøðingur og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, kjakaðust um møguleikan at viðmerkja tíðindasøgur á fleiri portalum og á sosialum miðlum. Kjakið var í morgunsendingini 18. februar 2022.
Les meira á kvf.fo
ES heldur, at Grønland er eitt ótrygt triðjaland í persónsdátuviðurskiftum
ES heldur, at Grønland er eitt ótrygt triðjaland í persónsdátuviðurskiftum
2022-02-18
Í hoyring, sum Grønlandsnevndin í Fólkatinginum skipaði fyri 9. februar, kom fram, at sambært ES-reglum, er loyvt at senda dátur til Rumenia, men ikki til Grønlands. Hetta er ein fortreyt millum annað fyri talgildu tinglýsingina, sum serliga grønlendskir ognarseljarar og bankar ynskja at fáa til Grønlands.
Les meira á kvf.fo
Lundin Software keypir kappingarneyta
Lundin Software keypir kappingarneyta
2022-02-18
Føroyska-rumenska fyritøkan Lundin Software kunnger, at tey hava keypt danska felagið Amicos, sum veitir viðlíkahaldsloysnir til flogfeløg. Skipanin hjá Amicos varð upprunaliga ment til Cimber Air. Stjóri í Lundin Software er Jørleif Bech og nevndarformaður er Magni Arge.
Les meira á linkedin.com
Nú kanst tú logga á netbankan við Samleikanum
Nú kanst tú logga á netbankan við Samleikanum
2022-02-17
BankNordik boðar frá, at teirra privatkundar nú kunnu royna nýggja netbankan, hóast hann framvegis ikki er púra liðugur. Sum nakað nýtt ritar tú inn við Samleikanum og í appini ber nú til at undirskriva skjøl. Tænastan er tøk á banknordik.fo/login - og hon er eisini tøk hjá hinum peningastovnunum: betri.fo/login, ns.fo/login og ss.fo/login
Les meira á banknordik.fo
Google ætlar at gera Android appir meira privatar
Google ætlar at gera Android appir meira privatar
2022-02-17
Ætlaninar hjá Google at avmarka hvussu nógv lýsarar og onnur kunnu fylgja við í, hvørjum øðrum heimasíðum tú hevur verið á, verða nú víðkaðar til eisini at fevna um Android fartelefonir. Fyrr í ár segði Meta, at líknandi broytingar á Apple fartelefonum fóru at kosta teimum meira enn 65 milliardir krónur í 2022.
Les meira á bbc.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74