a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Akamai keypir Linode
Akamai keypir Linode
2022-02-16
Akamai, ið er mest kent fyri teirra vælútbygda talgilda veitingarnet (CDN, content delivery network) kunngera, at tey hava keypt skýsveitaran Linode fyri smáar 6 milliardir krónur.
Les meira á akamai.com
Gjaldstovan skal kanna bíleggingarskipanina
Gjaldstovan skal kanna bíleggingarskipanina
2022-02-15
Verkætlanin at menna eina nýggja bíleggingarskipan til Strandferðsluna varð steðgað í fjør summar. Sambært landstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, helt menningararbeiðið hóast hetta fram, og veitarin hevur síðani sent Strandferðsluni eykarokningar fyri 1,8 mió kr. Landsstýrismaðurin hevur beint málið til Gjaldstovuna at fáa greiði á, hvat skal gerast, nær tað skal gerast og hvat tað kemur at kosta.
Les meira á kvf.fo
Dátugreinari til SEV
Dátugreinari til SEV
2022-02-15
Tey á SEV sóknast eftir dátugreinara, ið fer at starvast á KT-deildini. Arbeiðið fevnir um at innsavna, viðgera og greina dátur úr ymisku telduskipanum, menna loysnir til innanhýsis og uttanhýsis áhugabólkar, og at fyrireika dátusamskifti millum telduskipanir. Amboð, ið verða nevnd í starvslýsingini, eru millum onnur SQL Server, Analysis Services, Integration Services og Visual Studio. Freistin at søkja er 3. mars 2022.
Les meira á sev.fo
Skjótari kortlegging av havbotninum við sjálvstýrandi kavbátum
Skjótari kortlegging av havbotninum við sjálvstýrandi kavbátum
2022-02-15
Amerikanska íverksetarafelagið Bedrock við 53 mió kr í setfígging hevur ment ein sjálvstýrandi elektriskan kavbát til kortlegging av havbotninum. Í fyrstu atløgu eru kundarnir havvindmyllufeløg, og fyrimunurin við tøknini er, at tað er rættiliga skjótt at kortleggja stór øki nágreiniliga. 80% av havbotninum er ikki kortlagdur.
Les meira á morningbrew.com
Triðja sjálvstýrandi bingjuskipið farið í sigling
Triðja sjálvstýrandi bingjuskipið farið í sigling
2022-02-14
Í farnu viku fór Suzaku undir royndarsigling við tveimum bingjum millum Tokyo-víkina og Ise-víkina í Japan. Hetta er annað sjálvstýrandi japanska bingjuskipið, og tað rúmar 204 tjúgufótsbingjur. Fyrsta sjálvstýrandi og battarídrivna bingjuskipið var norska Yara Birkeland, sum fór í sigling í november. Ætlandi verður royndarsiglt í eini 2 ár, áðrenn farið verður undir vanligan rakstur.
Les meira á theloadstar.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74