a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Bíleggingarskipanin verður tikin í nýtslu í mai
Bíleggingarskipanin verður tikin í nýtslu í mai
2022-02-14
Í samrøðu í Degi og Viku í kvøld sigur strandferðslustjórin, at nógv átti at verið gjørt øðrvísi í arbeiðinum við bíleggingarskipanini. Kostnaðurin er tvífaldaður, men gongst sum ætlað, so verður skipanin tikin í nýtslu í mai.
Les meira á kvf.fo
Fleiri enn 1 mió spæla Lost Ark í senn
Fleiri enn 1 mió spæla Lost Ark í senn
2022-02-14
Vælumtókta spælið Lost Ark úr Suðurkorea varð útgivið á Steam 11. februar, og longu 48 tímar seinni vóru tað fleiri enn 1 millión, ið spældu spælið samstundis. Hetta ger, at tað er millum best umtóktu spøl yvirhøvur. Spælið er eitt isometriskt frá-í-erva leiklutaspæl (RPG) og er ókeypis at spæla. Tú kanst keypa ymiskt inni í spælinum, soleiðis at spælarin hjá tær kemur at síggja út, sum tú vilt hava tað.
Les meira á techspot.com
Nýggju Samsung telefonirnar eru úr brúktum neti
Nýggju Samsung telefonirnar eru úr brúktum neti
2022-02-11
Sum liður í einum grønum átaki, eru nýggju Samsung Galaxy S22 telefonirnar lutvíst gjørdar úr brúktum fiskineti. Størstu frambrotini við nýggju S22 telefonunum eru annars betri myndatól við upp í 108 mega-deplum og optiskari sumilinsu, sum kann vaksa myndina 10 ferðir. Fartelefonirnar fáast til keyps í mars og longu nú er gjørligt at undanbíleggja tær bæði hjá Nema og Føroya Tele.
Les meira á bbc.com
Meta hevði størsta kursfall nakrantíð
Meta hevði størsta kursfall nakrantíð
2022-02-11
Íløguleiðarin hjá Betri Banka, greiddi í 3. parti av sendingini Búskapur og Vinna frá hví kursurin á Meta partabrævinum fall so nógv í farnu viku. Sambært Sverra vóru orsakirnar vóru millum annað fallandi tal av brúkarum, lakari úrslit enn væntað, størri kapping frá eitt nú TikTok og minni møguleikar at fylgja við atferðini hjá brúkarum, tí Apple get broytingar í fartelefonstýriskipanini.
Les meira á youtu.be
Emsisoft hevur gjørt amboð til at avbrongla Maze, Egregor og Sekhmet
Emsisoft hevur gjørt amboð til at avbrongla Maze, Egregor og Sekhmet
2022-02-10
KT-trygd skrivar, at trygdarfyritøkan Emsisoft hevur gjørt eitt amboð, sum kann nýtast til at avbrongla fílur, sum eru raktar av loysigjaldsritbúnaðunum Maze, Egregor og Sekhmet. Tað vil siga, at um tú ert raktur av nevndu álopum, so ber til at endurskapa fílurnar uttan at rinda loysigjald.
Les meira á kt-trygd.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74