a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Spenna bein fyri føroyskari KT-vinnu
Spenna bein fyri føroyskari KT-vinnu
2022-02-10
Heini Zachariassen heldur ikki, at tað loysir seg at velja føroyskar KT-fyritøkur framum at gera almennar skipanir í Føroyum, tí tað ger, at tær ikki koma at standa seg í altjóða kapping. Johnny í Grótinum tosaði við hann í Rás1-sendingini Búskapur og Vinna mikudagin 9. februar 2022.
Les meira á facebook.com
KT-mennari til Hagstovuna
KT-mennari til Hagstovuna
2022-02-10
Hagstovan søkir eftir KT-mennara at forrita transformatión av rádátum til struktureraðar hagfrøðiligar dátur og at forrita góðskumetingarskipanir av dátum. C#, Python, R og SQL Server eru kjarnan í teirra KT-skipanum og harumframt brúka tey React.js til at menna brúkaraflatur við. Freistin at søkja er 21. februar 2022
Les meira á hagstova.fo
Brúka 320 mia. kr at stimbra framleiðslu av mikroflísum
Brúka 320 mia. kr at stimbra framleiðslu av mikroflísum
2022-02-09
ES boðar í dag frá einum uppskoti um at brúka 320 milliardir krónur til at stimbra framleiðsluna av mikroflísum í Evropa. Peningurin skal brúkast til gransking, menning, nýskapan, íløgur í vakstrarfyritøkur og at fylgja við marknaðargongdini. Endamálið er at koma burtur úr kipp-trotinum einaferð med alla. Ætlandi skal marknaðarparturin hjá Evropa økjast úr 10% til 20% innan 2030.
Les meira á ec.europa.eu
Fleiri tænastur koma á Vangan í ár
Fleiri tænastur koma á Vangan í ár
2022-02-09
Í samrøðu við Góðan Morgun Føroyar 9. februar 2022 greiddu Durita Hansen og Lilly Dam Hanssen frá um Samleikan og Vangan nú fleiri enn 1 mió innritanir hava verið við Samleikanum. Tær fortaldu millum annað at fleiri tænastur fara at koma á Vangan, samstundis sum at fleiri fyritøkur fara at brúka Samleikan til innritan í ár.
Les meira á kvf.fo
Eingin hevur ábyrgd av teimum eldru á netinum
Eingin hevur ábyrgd av teimum eldru á netinum
2022-02-09
Nýggjar kanningar vísa, at tey eldru hava ringt við at uppdaga falstíðindi á netinum, og at fleiri teirra kenna seg ótrygg á netinum og ynskja sær hjálp til at ferðast trygt á netinum. Hóast hetta hevur eingin ábyrgdina av talgildu trygdini hjá teimum eldru, sambært dagliga leiðaranum á teknisku kanningareindini hjá Føroya Politi.
Les meira á nordlysid.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74