a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Myndugleikar lagt hald á 94.636 bitcoin
Myndugleikar lagt hald á 94.636 bitcoin
2022-02-09
Í einum søguliga stórum átaki hevur amerikanska løgmálaráðið lagt hald á kryptogjaldoyra svarandi til 27 milliardir krónur. Eftir øllum at døma stavar peningurin frá einum ráni á kryptogjaldoyraskálan Bitfinex í 2016 og eitt par er ákært í málinum.
Les meira á theverge.com
Samleikin brúktur 1 mió ferðir
Samleikin brúktur 1 mió ferðir
2022-02-08
Samleikin, sum hevur verið brúktur sum innritan og talgild undirskrift síðani oktober 2020, hevur nú rundað 1 mió. avgreiðslur. Tað eru gott 33.000 fólk, ið hava Samleikan. Í miðal er hetta 33 innritanir fyri hvønn brúkara. Samleikin kann brúkast til talgildar tænastur hjá 19 ymiskum fyritøkum, stovnum og kommunum. Um stutta tíð fara føroysku peningastovnarnir at brúka Samleikan til nýggju netbankarnar.
Les meira á talgildu.fo
Sølan av Arm verður av ongum
Sølan av Arm verður av ongum
2022-02-08
Ætlaða sølan av kipp-felagnum Arm til kappingarneytan Nvidia er nú avlýst, og í staðin ætlar eigarin SoftBank at skráseta Arm á partabrævmarknaðinum um gott 1 ár. Kippar, sum Arm hevur sniðgivið, eru í flestu snildfonum og snildum tólum, millum annað hjá Apple, Samsung og Qualcomm.
Les meira á bbc.com
Peter Thiel fer úr nevndini hjá Meta
Peter Thiel fer úr nevndini hjá Meta
2022-02-08
Kendi ríkmaðurin Peter Thiel, sum var ein av fyrstu íleggjarunum í Facebook og nevndarlimur síðani 2005, fer úr nevndini í móðirfelagnum Meta á næsta aðalfundi. Eftir øllum at døma fer hann at brúka orku uppá politiskt virksemi í staðin.
Les meira á cnet.com
Búskapur & Vinna setir sjóneykuna á KT-vinnuna
Búskapur & Vinna setir sjóneykuna á KT-vinnuna
2022-02-07
Mikukvøldið kl. 19 er Búskapur & Vinna aftur á skránni á Rás1, og hesa ferð verður sjóneykan sett á KT-vinnuna, tí hon sambært nýggjari frágreiðing skal gerast stór kelda til vøkstur í búskapi og útflutningi komandi 10 árini. Verturin, Johnny í Grótinum, tosar við serfrøðingar handan frágreiðingina, og at enda er samrøða við Heina Zachariassen, stovnara av Vivino. Sendingin er á Rás1.
Les meira á facebook.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74