a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Meta hóttir við at lukka Facebook og Instagram niður í Evropa
Meta hóttir við at lukka Facebook og Instagram niður í Evropa
2022-02-07
Í almennari fráboðan til amerikanska Security and Exchange Commission sigur Meta, at tey hava torført við at liva upp til GDPR reglurnar í Evropa. Um tey ikki sleppa at flyta upplýsingar hjá brúkarum í Evropa og goyma og viðgera tær í USA, er vandi fyri, at tey verða noydd gevast at veita teimum tænastur sum Facebook og Instagram.
Les meira á itwire.com
Lunnar ment heimasíðuna hjá Business-line
Lunnar ment heimasíðuna hjá Business-line
2022-02-07
Heimasíðan hjá Business-line skuldi dagførast Lunnar varð valt at gera arbeiðið. Nýggja loysnin er serment við Wordpress.
Les meira á facebook.com
Veita nú talgild fakta um alivinnuna
Veita nú talgild fakta um alivinnuna
2022-02-07
Feðgarnir Óli og Hanus Samró bjóða nú ein talgildan pall, Aquafacts, við víðfevndum dátum um alivinnuna í Noregi, Íslandi, UK og Føroyum. Teir eru annars kendir frá einum líknandi palli um fiskivinnuna, Fishfacts.
Les meira á aquafacts.com
Funnið 1.300 meinfýsnar npm pakkar
Funnið 1.300 meinfýsnar npm pakkar
2022-02-06
Trygdarfelagið WhiteSource hevur kunngjørt eina frágreiðing við 1.300 vandamiklum npm pakkum, ið kunnu stjala samleikaupplýsingar og kryptogjaldoyra og koyra bottnet. Node Package Manager er mest brúkta pakkaskipanin til JavaScript umhvørvið Node.js, og verður brúkt víða um á heimasíðum og øðrum skipanum. Mælt verður øllum mennarum til at eftirkanna teir pakkarnar, tey brúka.
Les meira á sdtimes.com
Fólk rýma undan stjóranum í Better Mortgage
Fólk rýma undan stjóranum í Better Mortgage
2022-02-06
Vishal Garg, forstjóri í better.com, gjørdist kendur herfyri, tá hann kensluleyst og uttan ávaring segði 900 fólkum upp á einum Zoom kalli. Hann er nú komin aftur til arbeiðis, og tað hevur ført við sær, at stórur partur av leiðsluni hevur sagt upp.
Les meira á techcrunch.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74