a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
KT-leiðari til Klaksvíkar kommunu
KT-leiðari til Klaksvíkar kommunu
2022-02-05
Høvuðsuppgávan hjá KT-leiðaranum verður at viðlíkahalda og menna verandi skipanir, soleiðis, at tær áhaldandi skapa meirvirði fyri bæði starvsfólk og borgarar. Freistin at søkja er 21. februar 2022 og setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 8.
Les meira á klaksvik.fo
Føroyska Wordle hevur fingið eina flúgvandi byrjan
Føroyska Wordle hevur fingið eina flúgvandi byrjan
2022-02-04
Dimmalætting skrivar um ð.fo, at spælið hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Tankan handan føroysku útgávuna eiga teir báðir í Tøkni, Ólavur Ellefsen og mennarin, Óðin Andor Ellefsen, sum hildu, at tað hevði verið gott við eini føroyskari útgávu av væl umtókta orðaspælinum.
Les meira á dimma.fo
Glasir leitar eftir full-stack mennara
Glasir leitar eftir full-stack mennara
2022-02-04
Rætti umsøkjarin hevur viðkomandi KT-útbúgving á bachelor- ella masterstigi, dygga vitan um forritan, dátugrunnar, TCP/IP, virtualisering, AD, Office 365 og Azure, og í minsta lagi 3-ára viðkomandi starvsroyndir. Viðkomandi kemur at arbeiða við m.ø. HTML5, CSS3, JavaScript, .NET í C#, Node.js, ASP, PHP og við T-SQL, so royndir og vitan innan hesi øki ella líknandi mál eru krav. Tann setti verður eisini partur av stóru heildarætlanini fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum, sum Undirvísingarstýrið hevur sett skjøtul á, og hendan verkætlanin kann hava broytingar í starvinum við sær. Freistin at søkja er 11. februar 2022 á middegi.
Les meira á glasir.fo
AlphaCode frá DeepMind vinnur á nógvum forritarum
AlphaCode frá DeepMind vinnur á nógvum forritarum
2022-02-04
Vitlíkis-fyritøkan DeepMind hevur nú roynt amboðið AlphaCode í kapping móti menniskjaligum forritarum, og úrslitini vísa, at AlphaCode uttan hjálp - og bara við at lesa uppgávutekstin - klárar seg eins væl og 54% av humanu kappingarneytunum. Fyrivarni skal tó takast fyri, at tílíkar kappingar eru avmarkaðar til avbjóðingar, sum eru væl skilmarkaðar.
Les meira á techxplore.com
Starlink bjóðar 500 Mbps fyri 3.250 kr um mánaðin
Starlink bjóðar 500 Mbps fyri 3.250 kr um mánaðin
2022-02-04
Nú ber til at fáa upp 150-500 Mbps internetatgongd umvegis fylgissvein við einans 20-40 ms seinking frá SpaceX. Kostnaðurin er 3.250 kr um mánaðin, umframt gott 16.000 kr fyri útgerðina. Starlink røkkur ikki til Føroya - enn.
Les meira á cnet.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74