a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Minkandi tal av Facebook-brúkarum
Minkandi tal av Facebook-brúkarum
2022-02-03
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er talið av dagligum brúkarum á Facebook minkað. Talið er gott 1,9 mia brúkarar ella 24,3% av heimsins borgarum.
Les meira á portal.fo
Kringvarpið tryggjað móti streymsliti
Kringvarpið tryggjað móti streymsliti
2022-02-03
Kringvarpið hevur fingið eina nýggja streymloysn frá fyritøkuni Eaton, sum skal virka fyri at tað ber til at senda, hóast tað er streymslit.
Les meira á dimma.fo
Skipan fyri 8 mió kr uttan útboð
Skipan fyri 8 mió kr uttan útboð
2022-02-03
Løgtingsgrannskoðararnir finnast at Strandferðsluni fyri at verða farin í holt við eina nýggja bíleggingarskipanin uttan útboð og uttan at gera nakra skrivliga avtalu við valda veitaran. Undir viðgerðini í fíggjarnevndini er komið fram, at skipanin enn ikki er liðug, og tað er ógreitt fyri nevndini, hvat endaligi kostnaðurin av skipanini verður. Eisini er ógreitt nær, ella um, skipanin verður sett endaliga í verk, og um Strandferðslan verður noydd at fáa hjálp frá øðrum veitara til at gera skipanina lidna. Fyri fíggjarnevndini er upplýst, at Strandferðslan higartil hevur bókað rokningar frá veitara á 4,5 mió. kr., og at tað harumframt liggja óbókaðar rokningar á 1,8 mió. kr. vegna ósemju millum partarnar. Leiðslan á Strandferðsluni metir, at samlaði kostnaðurin fyri skipanina verður umleið 8,0 mió. kr. Fíggjarnevndin metir, at handfaringin av málinum hevur verið sera óheppin og merkt av manglandi umhugsni frá leiðslunnar síðu, og tekur tí fult undir við viðmerkingunum frá Løgtingsgrannskoðarunum. Nevndin mælir til, at landsstýrismaðurin neyvt fylgir málinum, soleiðis at hetta verður loyst skjótast til ber.
Les meira á kvf.fo
Bókasølan økt av #BookTok
Bókasølan økt av #BookTok
2022-02-02
Sosialir miðlar, serliga TikTok og frámerkið #BookTok, eru eftir øllum at døma orsøkin til, at bókasølan í USA setir øll met. Sølan av prentaðum bókum øktist 9% og 2021 gjørdist árið, har flest prentaðar bøkur vóru seldar. Sagt verður, at tað serliga eru tey ungu, sum gjøgnum sosialu miðlarnar hava fingið eyguni upp fyri tí at lesa vanligar skaldsøgur.
Les meira á forbes.com
Talgildir bilmekanikarar
Talgildir bilmekanikarar
2022-02-01
Í langum innslagi í Degi og Viku mánadagin 31. januar 2022 varð greitt frá, hvussu teldurnar fáa alt størri týdning fyri bilmekanikarar. Tosað varð við Johan Wolles frá p/f Wenzel. Eisini var samrøða við Hannes Gíslason av Fróðskaparsetrinum um KT-rák og hvat vit kunnu vænta okkum næstu árini. Innslagið byrjar á tíðarkotu 15:52.
Les meira á kvf.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74