a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Sony keypir Bungie fyri 24 milliardir kr
Sony keypir Bungie fyri 24 milliardir kr
2022-02-01
Bungie menti upprunaliga kenda spælið Halo, men er nú er mest kent fyri spælið Destiny. Sony framleiðir Playstation spæliteldurnar, og keypið av Bungie verður kunngjørt stutt eftir, at kappingarneytin Microsoft, ið framleiðir Xbox spæliteldur, hevur kunngjørt keyp av spælsmiðjunum Bethesda og Activision Blizzard.
Les meira á cnet.com
The New York Times keypir Wordle
The New York Times keypir Wordle
2022-02-01
Vælumtókta enska spælið Wordle, sum eisini hevur givið íblástur til føroyska ð.fo, er keypt av The New York Times fyri eini 10 mió kr. Í fyrstu atløgu verður enska útgávan framvegis ókeypis at spæla.
Les meira á nytco.com
Hagtøl síggjast nú á ð.fo
Hagtøl síggjast nú á ð.fo
2022-01-31
Føroyska útgávan av Wordle, ð.fo, er nú dagførd, soleiðis at tú sær hagtøl fyri, hvussu tú hevur klárað tað. Talt verður frá 1. februar 2022. Tað er bara tú, sum sær tíni hagtøl og tey vera goymd lokalt í tínum kaga. ð.fo brúkar ikki kennifílur ("cookies"), men lokala goymslu.
Les meira á tokni.fo
Martin Zachariassen hjálpir við at skipa masterútbúgvingina í dátuvísindum
Martin Zachariassen hjálpir við at skipa masterútbúgvingina í dátuvísindum
2022-01-31
Fróðskaparsetrið boðar frá, at Martin Tvede Zachariassen, sum hevur verið rektari á IT-universitetinum í Keypmannahavn, er settur í parttíðar fyribilsstarv sum pro-rektari fyri undirvísing og góðsku. Eisini er avtalað, at Martin skal stuðla Setrinum at skipa nýggju masterútbúgvingina í dátuvísindum. Nú Fróðskaparsetur Føroya skal taka bachelorlesandi í KT-verkfrøði inn á hvørjum ári, umframt at hava upptøku hvørt ár av masterlesandi í dátuvísindum frá 2023, verður avgerandi at fáa starvsfólk við røttu førleikunum til stóru uppgávuna. Í løtuni verður tí søkt innan- og uttanlands eftir seks starvsfólkum við røttu førleikunum. Hvørt starvið verður sett sum antin professari, lektari ella adjunktur, treytað av førleikum og útbúgving umsøkjarans.
Les meira á setur.fo
Kringvarpið: Fólkaskúlalógin skal eisini umfata KT-trygd
Kringvarpið: Fólkaskúlalógin skal eisini umfata KT-trygd
2022-01-31
Í grein um broytingina av fólkaskúlalógini skrivar Kringvarp Føroya, at hetta er fyri at hon eisini skal umfata KT-trygd. Mentamálaráðið metir, at eykakostnaðurin av lógarbroytingini verður 1,5 mió kr fyri allar kommunurnar undir einum.
Les meira á kvf.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74