a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Spotify ætlar at tálma falskunning
Spotify ætlar at tálma falskunning
2022-01-31
Nógvar atfinningar hava verið móti Spotify og poddvarpsvertinum Joe Rogan, sum hevur havt samrøður við koppsetingartortrúgvin. Fleiri tónleikarar, millum onnur Joni Mitchell og Neil Young, hava tikið tilfarið hjá sær av platforminum. Nú boðar Spotify frá, at tey hava nýggjar vegleiðingar og fara at banna tilfari, sum tey rokna sum falskunning. Óvist er enn, um tilfarið hjá Joe Rogan verður góðkent eftir nýggju reglunum.
Les meira á bbc.com
Ókeypis G Suite kontur halda møguliga fram
Ókeypis G Suite kontur halda møguliga fram
2022-01-31
Fyri kortum boðaði Google frá, at tey fara at taka pening fyri upprunaligu G Suite konturnar, sum hava verið ókeypis síðani 2006, men nú sær út til, at tey hava broytt meining. Tað ber til at skriva seg upp at fáa nærri kunning (leinki í grein).
Les meira á techcrunch.com
Útvega lógarheimild fyri KT-heildarætlanini
Útvega lógarheimild fyri KT-heildarætlanini
2022-01-31
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sent uppskot um broyting av fólkaskúlalógini til hoyringar. Skotið veðrur upp at broyta grein 47, stk. 4, so hon kemur at ljóða: "Kommunustýrið hevur ábyrgdina av rakstrinum av skúlunum í kommununi og ásetur árliga fíggjarkarmin fyri einstaka skúlan. Raksturin fatar eisini um KT- skipanir, KT-útgerð, netsamband og dátutrygd." Endamálið við lógarbroytingini er at fáa kommunurnar at virka fyri, at fólkaskúlarnir verða partur av KT-heildarætlanini, sum fevna um Skúlanet og lestrarfyrisitingarskipanina. Ummælisfreistin er 8. februar 2022.
Les meira á ummr.fo
Fimm túsund roynt seg á ð.fo
Fimm túsund roynt seg á ð.fo
2022-01-29
Føroyska útgávan av vælumtókta orðaspælinum Wordle, ð.fo, har tú skal gita eitt orð við 5 bókstavum, hevur fingið eina sera góða byrjan. Spælið var almannakunngjørt týsdagin 25. januar og fýra dagar seinni vóru tað fleiri enn 5.000, sum royndu seg.
Les meira á tokni.fo
Føroya fyrsta telduspæl tekur skap
Føroya fyrsta telduspæl tekur skap
2022-01-29
Teir tríggir Birgir Matras Simonsen, Karstin Petersen og Jógvan í Garði hava seinastu árini ment tað, teir siga verður Føroya fyrsta veruliga telduspæl. Ætlandi verður tað útgivið á Steam. Kringvarpið hevði eitt innslag um teir í sendingini Lyst 28. januar 2022.
Les meira á kvf.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74