a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Lýsa eftir stjóra til FT Samskifti
Lýsa eftir stjóra til FT Samskifti
2022-01-29
Kundavenda drívmegin í Føroya Tele-samtakinum, FT Samskifti, leitar eftir stjóra fyri Hans Jákup Langgaard, sum fór úr starvi herfyri. Umsóknarfreistin er 10. februar 2022.
Les meira á dimma.fo
Framleiða jomfrúhummara á starvsstovu
Framleiða jomfrúhummara á starvsstovu
2022-01-28
Cultured Decadence, sum hevur lagt seg eftir at framleiða jomfrúhummara og onnur krabbadýr á starvsstovu, er seld til Upside Food, ið er ein av størstu kjøt-kultiverings-fyritøkunum í USA. Enn er framleiðslan av sjógæti í starvsstovum lítil, men fleiri fyritøkur royna at vinna seg inn á marknaðin og kappast móti siðbundnu fiskivinnuni.
Les meira á morningbrew.com
Disney+ í Føroyum í summar
Disney+ í Føroyum í summar
2022-01-28
Disney+ váttar í tíðindaskrivi, at í summar verður stroymingartænastan hjá teimum tøk í 53 londum og økjum afturat. Millum teirra eru Føroyar.
Les meira á disney.co.uk
50 el-rennihjól konfiskeraði av órøttum
50 el-rennihjól konfiskeraði av órøttum
2022-01-28
Eystari landsrættur ógildaði mikudagin dómin hjá Føroya rætti og avgerðina hjá løgregluni at leggja hald á el-rennihjólini hjá Hopp í Tórshavn síðsta summar. Íslendska hopp.bike appin var tann fyrsta og fyribils einasta á føroyska marknaðinum, og spurningurin er nú, um tey sleppa til verka aftur.
Les meira á dimma.fo
Atlassian satsar uppá tænastudepilin
Atlassian satsar uppá tænastudepilin
2022-01-27
Við keypinum av Percep.AI, ið hevur ment ein framkomnan kjattbott, sýnist alt greiðari, at Atlassian satsar stórt uppá Jira Service Management. Jira Service Management er amboðið, sum tey bjóða KT-toymum at bøta um tænastuveitingina til starvsfólk og kundar. Nógv føroysk teldufólk kenna Atlassian sum felagið handan Jira til stýring av fimum menningarverkætlanum og Confluence til skjalfesting.
Les meira á techcrunch.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74