a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Facebook gevst við nýggja kryptogjaldoyranum
Facebook gevst við nýggja kryptogjaldoyranum
2022-01-26
Tvey ár eftir at stóra kryptogjaldoyra-verkætlanin Libra (Diem) var kunngjørd av Facebook (Meta), er nú greitt, at alt verður til einki. Mótstøðan frá myndugleikunum hevur verið stór og talgilda pengamappan, sum bleiv ment til Diem, verður nú brúkt til onnur kryptogjaldoyra.
Les meira á theverge.com
KT-felagið fegnast um tilmælið hjá Vakstrarforum
KT-felagið fegnast um tilmælið hjá Vakstrarforum
2022-01-25
Lítið er at ivast í, at málið fyri vøkstur av KT-vinnuni kann røkkast, um átøkini hjá Vakstrarforum verða verksett. Tað sigur KT-felagið í tíðindaskrivi í sambandi við at KT-bólkurin hjá Vakstrarforum hevur kunngjørt síni tilmæli. Tey leggja afturat, at tað almenna er ein týðandi katalysator í hesi tilgongd. Við at halda fast í framhaldandi talgilding av almenna geiranum fyri bæði land og kommunur og við at lata føroysku KT-vinnuna gera loysnirnar, ber til at skapa góðar loysnir, sum vit í Føroyum hava ræði á. KT-vinnnan fær á henda hátt eisini møguleika til, at veita serloysnir til føroyingar og at gera loysnirnar soleiðis, at tær kunnu tillagast heimsmarknaðinum og skapa útflutning.
Les meira á industry.fo
Aldursmarkið fyri talgildan samleika setast niður í 13 ár
Aldursmarkið fyri talgildan samleika setast niður í 13 ár
2022-01-25
Løgtingið hevur í dag fyrstu viðgerð av uppskoti um broyting av lóg um talgildan samleika. Sambært uppskotinum skal aldursmarkið setast niður til 13 ár og eisini er nágreinan av áseting av gjaldi fyri geyma.
Les meira á logting.fo
Wordle finst nú á føroyskum
Wordle finst nú á føroyskum
2022-01-25
Vælumtókta orðaspælið Wordle, har tú skal gita dagsins orð við 5 bókstavum, finst nú eisini í eini føroyskari útgávu. Eitt nýtt orð er hvønn dag og tú hevur 6 møguleikar at gita. Tað er Tökni, sum hevur føroyskað, og spælið finst á ð.fo
Les meira á ð.fo
ES-lóg um talgildar tænastur nærkast
ES-lóg um talgildar tænastur nærkast
2022-01-24
Hósdagin samtykti ES-tingið við stórum meiriluta at fara undir samráðingar við limalondini um at íverkseta lógina um talgildar tænastur. Ætlandi skal lógin verja brúkarar móti skaðiligum og ólógligum tilfari, og eitt nú gera tað møguligt at sleppa undan tilfari, ið er tillagað til hvønn einstakan. Serliga strangar ásetingar eru fyri stórar veitarar við meira enn 45 mió virknum brúkarum um mánaðin, og ætlanin er, at lógin skal gera tað lættari hjá smærri og miðalstórum veitarum at kappast.
Les meira á europarl.europa.eu
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74