a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Biðin um at brúka talutíðartelefonir í Beijing
Biðin um at brúka talutíðartelefonir í Beijing
2022-01-24
Tey, sum luttaka á amerikanska liðnum á vetrarolympisku leikunum í Beijing, eru biðin um at lata vanligu fartelefonina vera eftir heima í USA og í staðin brúka talutíðartelefonir, sum kunnu beinast burtur eftir leikirnar. Orsøkin er, at amerikanskir myndugleikar stúra fyri, at kinesarar fara at sneyta í telefonunum og leggja meinfýsin forrit á tær.
Les meira á theverge.com
Stovnarin av teldusníkabólkinum Infraud handtikin
Stovnarin av teldusníkabólkinum Infraud handtikin
2022-01-23
Russiska samveldisløgreglan FSB og løgreglufólk hava handtikið fýra limir í The Infraud Organization. Andrey Novak, ið verður sagdur at vera stovnari, er millum teir handtiknu. Handtøkan er gjørd í samstarvi við løgreglumyndugleikar í USA, men ætlanin er ikki at útflýggja brotsmennirnar úr Russlandi.
Les meira á tass.com
Oilwind góða byrjan uppá 2022
Oilwind góða byrjan uppá 2022
2022-01-22
Í samrøðu við jn.fo sigur Agnar Falkvard Joensen, rakstrarleiðari hjá Oilwind á Giljanesi, at tey hava fingið eina sera góða byrjan uppá 2022 og vænta at seta met í søluni fyri januar og februar. Oilwind framleiðir og mennir tøkniligan fiskireiðskap til viðskiftafólk um allan heim.
Les meira á jn.fo
TikTok ger royndir við haldum
TikTok ger royndir við haldum
2022-01-21
Umboð fyri TikTok vátta í samrøðu við TechCrunch, at tey í løtuni gera royndir við haldum, sum brúkarar rinda fyri. Tankin er, at vælumtóktir skaparar skulu kunna fáa eina regluliga upphædd frá fylgjarum. Twitter og Instagram bjóða longu líknandi hald.
Les meira á techcrunch.com
Fremsta avbjóðingin er at útbúgva fleiri KT-fólk
Fremsta avbjóðingin er at útbúgva fleiri KT-fólk
2022-01-20
Tað eru serliga tvær fortreytir, sum skulu vera til staðar fyri at menna eina KT-vinnu í Føroyum. Onnur er at útbúgva fleiri KT-fólk og hin er, at vit - heilt frá ovast til niðast - spenna okkum fyri ætlanini. Tað segði Leif Abrahamsen, formaður, í samrøðu við Árna Gregersen frá FM1 nú ætlanin hjá KT-bólkinum í Vakstrarforum bleiv løgd fram í dag.
Les meira á in.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74