a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Eiga eisini at velja talgilt
Eiga eisini at velja talgilt
2022-01-20
Eitt av tilmælunum hjá KT-bólkinum í Vakstrarforum er, at tað eisini skal bera til at velja talgilt til løgtingsval, kommunuval og fólkatingsval. Serliga verður hugsað um, at tað skal vera lættari at velja hjá sjófólki og teimum, sum arbeiða uttanlands, og tankin er, at talgilda valið skal koma umframt møguleikan at velja við at koma á staðið.
Les meira á kvf.fo
Eigur at fáa møguleikan at menna komandi heilsuskipanina
Eigur at fáa møguleikan at menna komandi heilsuskipanina
2022-01-20
Í lesarabrævi í dag førir Anfinn Hansen fram, at kunningartøknivinnan í verki hevur víst, at føroyingar duga, og at hon tí eigur at fáa møguleikan at menna komandi heilsuskipanina og samskiftispallin til Sjúkrahúsverkið nú Cambio hevur sagt veitingar- og rakstraravtaluna upp.
Les meira á nordlysid.fo
KT vinnan skal tvífaldast áðrenn 2030
KT vinnan skal tvífaldast áðrenn 2030
2022-01-20
Høvuðsniðurstøðan hjá Vakstrarforum, sum í dag legði fram frágreiðing um vøkstur innan KT vinnuna, er at virði á KT vinnuni skal meir enn tvífaldast komandi átta árini. Í 2022 væntast virði á KT vinnuni at verða 400 mió. kr., men í 2030 skal hetta virði vera komið upp á 1 mia. kr. Hetta merkir, at KT vinnan skal vaksa úr 2,5% upp í 6% av BTÚ. Eisini skal útflutningurin av KT tænastum vaksa úr 100 mió. upp í 600 mió. kr. innan sama áramál.
Les meira á lms.fo
Føroyskir spælmennarar luttaka á Global GameJam 28.-30. januar
Føroyskir spælmennarar luttaka á Global GameJam 28.-30. januar
2022-01-19
Global GameJam verður næsta vikuskifti. Bólkurin, sum fyriskipar GameJam Føroya, samskipar føroysku luttøkuna í samráð við Fróðskaparsetrið. Fleiri upplýsingar eru inni á Facebook síðuni hjá GameJam Føroya.
Les meira á facebook.com
Fýra vikur at umvæla sjókaðalin til Tonga
Fýra vikur at umvæla sjókaðalin til Tonga
2022-01-19
Einasti samskiftiskaðalin til Tonga í Kyrrahavinum fekk skaða, tá eitt eldgos var leygardagin. Tað fer at taka minst fýra vikur áðrenn vanligt netsamband fæst aftur. Amanda Watson frá Kyrrahavsdeildini á Australian National University sigur í viðmerking til BBC, at tað hevði verið gott, um øll oyggjasamfeløg høvdu meira enn ein uttanlandskaðal.
Les meira á bbc.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74