a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Medisinlistar innlesast av nýggjum í talgildu heilsuskipanina
Medisinlistar innlesast av nýggjum í talgildu heilsuskipanina
2022-01-18
Talgilda heilsuskipanin, sum annars er uppsøgd, er nú uppstigað. Ein trupulleiki við nýggju útgávuni er, at allir medisinlistar eru gjørdir óvirknir og mugu innlesast av nýggjum. Roknað verður við, at tað tekur 10 minuttir fyri hvønn sjúkling.
Les meira á kvf.fo
KT-vakstrarforum tíðindafund hósdagin
KT-vakstrarforum tíðindafund hósdagin
2022-01-18
Hósdagin tann 20. januar verður tíðindafundur á Hotel Hilton, har Vakstrarforum leggur fram sína frágreiðing um Kunningar- og samskiftistøkni (KST). Løgmaður bjóðar vælkomin og síðani leggur Leif Abrahamsen, formaður í arbeiðsbólkinum, frágreiðingina fram. KST-bólkurin skal vísa á burðardyggar vakstrarmøguleikar í KST fyri føroyska samfelagið við serligum denti á møguleikar fyri útflutningi í stórum virði (skalerbart) av KST-loysnum og tænastum.
Les meira á vp.fo
Rammusáttmáli gjørdur um keyp av telduútgerð hjá landinum
Rammusáttmáli gjørdur um keyp av telduútgerð hjá landinum
2022-01-18
Gjaldstovan hevur gjørt ein rammusáttmála við KT Húsið um teldukeypið hjá landinum. Fríggjadagin 21. januar 2022 verður kunning fyri ráðum, almennum stovnum, eldrasamstørvum og miðnámsskúlum. Leif Abrahamsen, Kim Hansen, Hans Blaasvær og Birgir av Steinur fara at greiða frá.
Les meira á gjaldstovan.fo
Microsoft keypt Activision Blizzard
Microsoft keypt Activision Blizzard
2022-01-18
Activision Blizzard, sum hevur verið í einum ódnarveðri vegna ákærur um eitrandi arbeiðsumhvørvi fyri kvinnur, er selt til Microsoft fyri 450 mia kr. Hetta er størsta keypið hjá Microsoft nakrantíð, og við í keypinum eru spøl sum Call of Duty og World of Warcraft, sum ætlandi skulu styrkja um Xbox brandið.
Les meira á cnet.com
Nema sóknast eftir tilnevningum
Nema sóknast eftir tilnevningum
2022-01-18
Nema Endurkeyp er ein tænasta, ið bjóðar viðskiftafólki at lata inn gamlar ella brúktar elektroniskar lutir, so teir kunnu vera burturbeindir ella endurnýttir burðardygt. Allir peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður latin eina ferð um árið til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Í nevndini fyri Endurkeyp Gávuna 2022 sita Poul Andrias Ziska, Súsanna Berg, Sjúrður Hammer og Helma Maria Tróndheim. Tilnevningarnar skulu sendast inn til Nema í seinasta lagi 1. apríl 2022.
Les meira á nema.fo
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74