a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Flogfeløg biðja Biden-umsitingina steðga 5G
Flogfeløg biðja Biden-umsitingina steðga 5G
2022-01-18
Í einum brævi til stjórnina í USA biðja 10 av størstu flogfeløgunum myndugleikarnar seinka útbyggingina av 5G fartelefonnetinum í økjum nærindis flogvallum. Tey eru ørkymlað um at signalini frá 5G eindunum fara at órógva flogtøknina, millum annað hæddarmátararnar umborð.
Les meira á cnn.com
Mozilla havnar kryptogjaldoyra
Mozilla havnar kryptogjaldoyra
2022-01-17
Sum mótmæli móti óneyðugum vakstrarhúsútláti, er Mozilla givið at taka ímóti gávum í kryptogjaldoyra. Mozilla er ein ritbúnaðarfelagsskapur, sum millum annað stendur aftan fyri internetkagan Firefox, og sum livir av gávum. Stóri trupulleikin hjá Mozilla - og øðrum sum nokta at taka ímóti kryptogjaldoyra - er stóra orkunýtslan av "proof of work" skipanini, sum verður brúkt av tveimum vanligastu kryptogjaldoyrunum, Bitcoin og Ethereum.
Les meira á techrepublic.com
Lóg um medisinska útgerð á veg
Lóg um medisinska útgerð á veg
2022-01-17
Heilsumálaráðið hevur sent uppskot um løgtingslóg um medisinska útgerð til hoyringar. Orsøkin til hetta er, at í løtuni er eingin lóg, sum regulerar, hvørji sløg av medisinskari útgerð kunnu innflytast og nýtast í Føroyum. Ummælisfreistin er 1. februar 2022.
Les meira á hmr.fo
Setrið søkir eftir 6 starvsfólkum til KT-útbúgvingar
Setrið søkir eftir 6 starvsfólkum til KT-útbúgvingar
2022-01-16
Í sambandi við at upptøka verður á hvørjum ári til bachelor í KT-verkfrøði og í sambandi við nýggju master-útbúgvingina í dátuvísindum, søkir Fróðskaparsetur Føroya eftir 6 nýggjum akademiskum starvsfólkum. Nýggja master-útbúgvingin fer at leggja dent á tilgjørt vit, tólnet og KT-trygd. Umsóknarfreistin er 18. februar 2022 og miðað verður eftir at seta 3 av størvunum í august og hini 3 í oktober.
Les meira á setur.fo
Næstan líka nógvar teldur seldar sum í 2012
Næstan líka nógvar teldur seldar sum í 2012
2022-01-16
Eftir at hava verið lækkandi í nógv ár, er sølan av teldum vaksin nógv í 2020 og 2021. Nýggjastu tølini frá Canalys Market Pulse vísa, at íalt 340 mió teldur vóru seldar í 2021, og at størstu veitararnir eru Lenovo, HP, Dell, Apple og Acer.
Les meira á canalys.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74