a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Orðaspælið Wordle er hittið hesa vikuna
Orðaspælið Wordle er hittið hesa vikuna
2022-01-12
Ókenda orðið er fimm bókstavir og tú kanst gita seks ferðir. Rættur bókstavur á rætta stað er grønur, rættur bókstavur á skeiva stað er gulur. Eitt nýtt orð hvønn dag á miðnátt. Ongar lýsingar, ongin innritan, ongin vinningur, bara til stuttleikar. Wordle er tað stóra hittið á netinum fyrstu dagarnar í 2022.
Les meira á powerlanguage.co.uk
Útboð: KT-ráðgevar til lestrarfyrisitingarskipanina
Útboð: KT-ráðgevar til lestrarfyrisitingarskipanina
2022-01-12
Á keypsportalinum vóru tvey nýggj útboð kunngjørt 11. januar 2022. Tað er undirvísingarstýrið, ið leitar eftir 7 kt-ráðgevum til frontend, backend og devops. Eftir tilfarinum at døma er talan um 6,5 persónar fulla tíð í 21 mánaðir frá mars-apríl 2022, svarandi til umleið 16.500 tímar ella 13,2 mió kr, um tímaprísurin er 800 kr. Freistin at lata tilboð inn er 1. februar 2021.
Les meira á keypsportal.fo
Gjørligt at uppdaga telduvirus við oskilloskopi
Gjørligt at uppdaga telduvirus við oskilloskopi
2022-01-12
Granskarar á Université de Rennes hava staðfest, at tað ber til at finna útav, um ein telda hevur virus, uttan at kanningaramboðið er á sjálvari telduni. Við einari Raspberry Pi teldu, einari magnet-sondu og einum oskilloskopi var gjørligt hjá teimum at uppfanga elektromagnetiskar signaturar hjá ávísum telduvirusum á eini heilt aðrari teldu. Tað bar eisini til, sjálvt um virusin var muterað ella royndir vóru gjørdar at obfuskera virusin.
Les meira á techxplore.com
Útboð: UX/UI sniðgevi til lestrarfyrisitingarskipanina
Útboð: UX/UI sniðgevi til lestrarfyrisitingarskipanina
2022-01-11
Á keypsportalinum er eitt nýtt útboð kunngjørt í dag. Tað er undirvísingarstýrið, ið leitar eftir einum kt-ráðgeva at røkja uppgávuna sum UX/UI sniðgevi. Eftir tilfarinum at døma er talan um fulla tíð í 23 mánaðir frá 1. februar 2022. Freistin at lata tilboð inn er 25. januar 2021.
Les meira á keypsportal.fo
Nú ber til at senda kryptogjaldoyra við Signal
Nú ber til at senda kryptogjaldoyra við Signal
2022-01-11
Boðtænastan Signal bjóðar nú brúkarunum hjá sær at senda MobileCoin kryptogjaldoyra sínamillum. Signal kappast við millum onnur Facebook Messenger, Whatsapp og Telegram, og verður vanliga roknað sum tann tryggasta og tann, ið best verjir privatupplýsingar. Sambært Wired verjir MobileCoin privatupplýsingar rættiliga væl, millum annað við at dylja, hvørjar upphæddir verða fluttar.
Les meira á wired.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74