a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Business-line nýggja heimasíðu
Business-line nýggja heimasíðu
2022-01-11
Roknskaparportalurin og virkisskráin Business-line hevur um ársskiftið dagført heimasíðuna, soleiðis at tað er skjótari og lættari at finna persónar, feløg og roknskapir. Eisini riggar hon nú betri á fartelefonum. Tað er Lunnar, ið hevur staðið fyri tøkniligu umleggingini og seinastu menningini av BL.fo
Les meira á bl.fo
Sjálvkoyrandi traktorar broyta landbúnaðin
Sjálvkoyrandi traktorar broyta landbúnaðin
2022-01-11
Størsti veitarin av landbúnaðarútgerð í USA, John Deere, fer seinni í ár undir at veita bóndum nýggja sjálvkoyrandi traktorin, R8. Tað merkir, at tað ikki verður neyðugt við nøkrum traktorførara og tørvurin á starvsfólki í landbúnaðinum fer at minka. Kostnaðurin liggur um 4 mió kr fyri hvønn, so í fyrsta lagi verða teir seldir til størri landbrúk.
Les meira á vox.com
Koronapass ikki longur brúkast í Føroyum
Koronapass ikki longur brúkast í Føroyum
2022-01-10
Í tíðindaskrivi boðar Løgmansskrivstovan frá, at tilmælið um at brúka talgilda koronapassið verður tikið aftur. Tó kann koronapassið framvegis nýtast til ferðir uttanlands. Tað er Sjúkrahúsverkið, sum hevur staðið fyri menningini av talgilda koronapassinum.
Les meira á lms.fo
Kekka trygdaruppsetingina av teldupostinum
Kekka trygdaruppsetingina av teldupostinum
2022-01-10
DMARC er ein valideringsskipan til teldupost. Við Learn DMARC amboðnum kanst tú kekka, um teldupostnavnaøkið hjá tær er sett rætt upp, samstundis sum tú fær eina frágreiðing um smálutirnar í SPF, DKIM og DMARC postunum í DNSinum hjá tær.
Les meira á learndmarc.com
Fimtan ár síðani iPhone varð kunngjørd
Fimtan ár síðani iPhone varð kunngjørd
2022-01-10
Í gjár, 9. januar, vóru fimtan ár síðani, at Steve Jobs stóð á pallinum á Macworld Expo í San Francisco og avdúkaði trý nýggj produkt: ein iPod, eina telefon og eitt internettól. Hesi trý produktini vístu seg at vera eitt, iPhone, og hetta var byrjanin til kollveltingina av í øllum førum fartelefonmarknaðinum og internetinum.
Les meira á macrumors.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74