a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
ALS søkir KT-mennara
ALS søkir KT-mennara
2022-01-10
Tey á ALS leita nú eftir rætta persóninum til at gerast partur av KT-toyminum. Tann, sum verður sett ella settur í starv, verður við til at menna, seta í verk og reka innanhýsis skipanir og sjálvavgreiðslur, herundir at menna tænastur til Vangan. Freistin at søkja er í dag 10. januar.
Les meira á als.fo
Føroya Tele leitar eftir tøknifrøðingi
Føroya Tele leitar eftir tøknifrøðingi
2022-01-09
Eitt starv er leyst at søkja á Tele deildini hjá Føroya Tele. Starvsfólkini á deildini hava ábyrgdina at menna og viðlíkahalda farnetið, og deildin er høvuðsleikari í spennandi 5G-verkætlanini, sum fór av bakkastokki í summar. Tey vænta, at tú hevur royndir innan: Linux/Unix, IP-útgerð, virtuellar skipanir, VPN og VoIP. Freistin at søkja er í dag.
Les meira á ft.fo
Tólv verkfrøðisvarðar í 2022
Tólv verkfrøðisvarðar í 2022
2022-01-09
Verkfrøðisfelagsskapurin IEEE er komin við tí, tey kalla "12 spennandi verkfrøðisvarðar, sum eru verdir at geva gætur í 2022." Millum annað kappflúgvingin, sum verður millum el-drivin flogfør og tyrlur tvørtur um USA, nýggir 6-gigahertz Wi-Fi beinarar og nýggja 433-qubit kvantikippið frá IBM.
Les meira á ieee.org
Lat føroysk teldufólk menna fótfjøtur
Lat føroysk teldufólk menna fótfjøtur
2022-01-08
Í Klummuni í Dimmalætting hesa vikuna hevur fyrrverandi løgtingskvinnan og leiðarin á kriminalforsorgini, Karin Kjølbro, eitt hugskot til føroysku KT-vinnuna. Í staðin fyri at byggja fongsul fyri 233 mió kr, eiga fótfjøtur at vera brúktar og sum hon skrivar: "Vit eiga framúr teldutøknifólk í Føroyum. Tey gjørdu vart við seg, tá elektroniska bankaflutningsskipan okkara var flutt úr Føroyum til Nets Danmark A/S. Hetta kundu vit klára í Føroyum, søgdu tey. Tá danir kunnu leiga Mjørkadal til fongsul frá føroyingum, má tað bera teimum til at lata føroysk teldufólk umsita møguligar elektroniskar fótleinkjur."
Les meira á dimma.fo
NFT'ar kunnu hvørva knappliga
NFT'ar kunnu hvørva knappliga
2022-01-08
Í einum bloggposti við tankum um web3 greiðir Moxie Marlinspike frá einum grundleggjandi veikleika við Non-Fungible Tokens. Trupulleikin er, at eingin mekanisma er at tryggja, at talgilda aktivið er tað, tú hevur keypt. Talan er nevniliga bara um ein URL og tað er ikki so frægt sum ein hash-koda av aktivinum, sum tí kann broytast, um tú hevur ræði á ambætaranum sum URL'urin peikar á. Meira yvirskipað er kritikkurin av web3, at tað verður torført ella ómøguligt at fáa brúkarar aftur til veruliga miðspjaðing, tí fólk ynskja ikki at reka teirra egnu ambætarar.
Les meira á moxie.org
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74