a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Fuglafjarðar kommuna er nú partur av Talgildu Føroyum
Fuglafjarðar kommuna er nú partur av Talgildu Føroyum
2022-01-08
Í tíðindaskrivi sigur Fuglafjarðar kommuna, at seinnapartin 7. januar 2022 skrivaðu Dávur Juul, borgarstjóri, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, undir samstarvsavtalu um Talgildu Føroyar. Fuglafjarðar kommuna er sostatt 21. kommunan í Føroyum, sum ger hesa avtalu við Fíggjarmálaráðið. Í hesum sambandi verður Fuglafjarðar kommuna partur av kommunubólkinum, sum arbeiðir við at menna tænastur á Vanganum.
Les meira á fuglafjordur.fo
JT electric leitar eftir forritara
JT electric leitar eftir forritara
2022-01-07
KT-menningartoymið hjá JT electric hevur ábyrgd av menning, viðlíkahaldi og rakstri av skipanum til alivinuna - og hevur nú tørv á einum forritara afturat. Umsøkjarar við royndum innan C#, Python, TypeScript, Angular, Vue, SQL, Linux og OpenCV hava fyrimun.
Les meira á linkedin.com
Mist meira fyri minni við at gera landsroyndirnar talgildar
Mist meira fyri minni við at gera landsroyndirnar talgildar
2022-01-07
Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, heldur, at talgildu royndirnar, sum rætta sjálvvirkandi, meta um paratvitanina, og ikki hvør veruliga fatanin hjá næminginum er í lærugreinini. Hann sigur, at støddfrøðiamboðini til dømis eru ikki nóg góð hjá næmingum at lýsa, hvussu teir koma fram til úrslit. Tá næmingar brúka pappír og blýant, so kundu teir úttrykkja seg við at tekna, gera pílar og alt møguligt, og tá sær lærarin, hvussu næmingurin hugsar og roknar seg fram til úrslit.
Les meira á skulabladid.fo
Við hesum knappaborðinum kanst tú skriva 500 orð um minuttin
Við hesum knappaborðinum kanst tú skriva 500 orð um minuttin
2022-01-06
Nýggja CharaCorder knappaborðið ger tað møguligt at skriva so skjótt, at tað er blivið bannað í kappingum um at skriva skjótast. Eftir øllum at døma kanst tú skriva eini 5 til 10 ferðir skjótari enn vanligt, tá tú hevur vant teg við tað. Ein av snildunum er at tú trýstir allar bókstavirnar í orðinum samstundis og so gitir knappaborðið, hvat tú ætlar at skriva.
Les meira á vice.com
Mafia-rýmingur funnin á Google Street View
Mafia-rýmingur funnin á Google Street View
2022-01-06
Gioacchino Gammino varð dømdur fyri morð í 1998 og rýmdi úr einum fongsli í Róm í 2002. Beint fyri jól legði onkur merki til hann á eini Google Street View mynd í einum býi uttan fyri Madrid í Spania, har hann stóð og prátaði við ein annan mann. Hetta førdi so til, at hann bleiv fongslaður aftur eftir næstan 20 ár.
Les meira á theguardian.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74