a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Netløn til smærri vinnurekandi
Netløn til smærri vinnurekandi
2022-01-06
Nema er farið at bjóða eina einfalda lønarskipan, Netløn, til smærri vinnurekandi. Skipanin verður brúkt til at gera lønarseðlar og tryggja, at lønarútgjøldini eru røtt. Hon er ment úr pørtum av størru Nema Løn skipanini, ið mánaðarliga avgreiðir yvir 18.000 lønargjaldingar.
Les meira á netløn.fo
Sjúklingur við hjartasteðgi bjargaður av dronu
Sjúklingur við hjartasteðgi bjargaður av dronu
2022-01-06
Í tíðindaskrivi sigur Everdrone at tey, sum tey fyrstu nakrantíð, hava bjargað einum lívi við at senda eina dronu við einum hjartastartara. Talan var um ein svenskan mann, sum skumpaði kava og fekk hjartasteðg. Tað tók 3 minuttir at fáa hjartastartaran til læknan á staðnum.
Les meira á everdrone.com
NFT líka stórt sum allur listamarknaðurin
NFT líka stórt sum allur listamarknaðurin
2022-01-05
Tað vóru næstan líka nógvar non-fungible tokens (NFT) seldar í 2021 sum samlaði heimsmarknaðurin fyri list. NFT'ar eru makaleysar talgildar ognir - ofta talgild listaverk. Farna ár var selt fyri íalt $41 milliardir av Ethereum-grundaðum NFT'um.
Les meira á morningbrew.com
Framvegis stórir trupulleikar av Log4j
Framvegis stórir trupulleikar av Log4j
2022-01-05
Trygdartrupulleikarnir, sum hava staðist av veikleikum í Log4j, verða ikki loystir í bræði. Í eini trygdardagføring 3. januar 2022 siga umboð fyri Microsoft, at stórur vøkstur er í álopum og mæla kundunum til at økja um verjutiltøkini, millum annað við einum nýggjum Log4j kunningarbretti.
Les meira á zdnet.com
CES 2022 byrjar í morgin
CES 2022 byrjar í morgin
2022-01-04
Árliga vørumessan Consumer Electronics Show (CES) verður í Las Vegas komandi dagarnar. CES er ein av heimsins størstu tøkniráðstevnum við fleiri hundrað túsund vitjandi og er vanliga staðið, har tú sær øll tey nýggjastu tólini, men er í ár merkt av heimsfarsóttini. Roknað verður allíkavæl við 75.000 luttakarum og 2.200 framsýnarum og tað er eisini møguligt at luttaka í fjarstøðu við einum tykisatgongumerki.
Les meira á morningbrew.com
Síða
 1
 2
 3
 4
 5
 6
 7
 8
 9
 10
 11
 12
 13
 14
 15
 16
 17
 18
 19
 20
 21
 22
 23
 24
 25
 26
 27
 28
 29
 30
 31
 32
 33
 34
 35
 36
 37
 38
 39
 40
 41
 42
 43
 44
 45
 46
 47
 48
 49
 50
 51
 52
 53
 54
 55
 56
 57
 58
 59
 60
 61
 62
 63
 64
 65
 66
 67
 68
 69
 70
 71
 72
 73
 74